Fiskimenn mótmæla oljuprísinum

Fiskimenninir í Fraklandi mæla nú sínum feløgum í øðrum londum til tiltøk fyri at mótmæla oljurpísinum Í seinastuni hava franskir fiskimenn stongt fleiri havnir í Fraklandi fyri at mótmæla tí høga oljuprísinum, og í gjár bleiv tiltakið víðkað.

Samstundis eggjaðu fronsku fiskimenninir fiskimonnum í øðrum evropeiskum londum til at seta tiltøk í verk, og áheitanin hevur longu fingið undirtøku. Í Spania hava fiskimenn stongt fleiri havnir, og grikskir og italskir fiskimenn umhugsa at gera tað sama.

Franska stjórnin hevur boðið fiskimonnunum ymsa hjálp, men fiskimenninir hava vrakað tilboðið.