Fiskimenn á landsfund

Í morgin klokkan 10 byrjar landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag, sum í ár verður í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Í nógv ár hevur Føroya Fiskimannafelag hildið landsfund millum jól og nýggjár, og soleiðis verður eisini í ár.

Hetta er tiðin, tá flestu fiskimenn eru heima, og soleiðis kann roknast við, at undirtøkan á landsfundinum verður so fræg sum tilber.

Stívliga 100 mans plaga at verða á landsfundi FF´s.

Landsfundurin í morgin byrjar við, at felagsformaðurin, Jan Højgaard, leggur fram ársfrágreiðing fyri árið, sum nú nærkast endanum.

Á skránni er eisini grannskoðaður roknskapur til góðkenningar, val av grannskoðara og ásetan av limagjaldi.

At enda í fundarskránni er innkomin mál.

Føroya Fiskimannafelag hevur enn ikki upplýst um innkomin mál, men sum skilst, skjóta tvær sóknir upp, at felagið tekur seg úr Samtaki.

Hugsandi er eisini, at truplu sáttmálasamráðingarnar, sum nú eru fyri, fara at upptaka leiðslu og fiskimenn á landsfundinum í morgin.