Fiskimenn krevja fría kapping um fiskin

Fiskimannafelagið er sannført um, at kappingarføri er loysnin.
- Ikki bert kappingarførið millum føroysk virki, men eisini millum føroysk og útlendskt virki.

Fiskaprísir
Beinta Anthoniussen

- Læran tey síðstu 10-15 árini hevur greitt víst okkum, at tað finst bert ein háttur at fáa "rættan" fiskaprís. Hesin háttur er við at hava kappingina so fría og við so fáum avmarkingum, sum gjørligt.
Hetta sigur Føroya Fiskimannafelag í ársfrágreiðing felagsins, sum varð løgd fram á landsfundi felagsins, 30. desember.
Felagið vísir á, at tað er óneyðgut enn einaferð at minna nakran á tíðina undan 1990, tá ið vit høvdu planøkonomi í fiskavirkisskipanini.
- Men staðfestast kann, at tann kapping, sum vit hóast alt hava fingið, hevur merkt fíggjarligt undur á økinum, har tað rættiliga er komið til sjóndar, hvør munurin er á at spenna seg út, og so ikki at gera tað. Hóast prísirnir kunnu vera í so lágir til tíðir, má roknast við, at hetta er tað, sum vinnan er før fyri at gjalda. Og hetta hevur eisini givið úrslit, so tað munar.
Felagið er sannført um, at kappingarføri er loysnin.
- Ikki bert kappingarførið millum føroysk virki, men eisini millum føroysk og útlendskt virki. Tó virkar tað eitt sindur løgið, at ein slík kapping seinastu tíðina hevur verið frammanað sum ein hóttan móti føroyskum flakavirkjum.
Fiskimannafelagið heldur, at virkini skulu hava møguleika at kappast á jøvnum føti við útlendsku virkini. Eru ójavnar í kappingartreytunum, skulu hesar broytast.
- Vit ivast ikki í, at virkini kunna liva upp til hesa kapping. Tað hava tey víst higartil. Vit hava sera dugnalig fiskavirkisfólk, sum kunnu taka upp hesar avbjóðingar, og sum eisini kunna vísa á, hvar tað skal setast inn fyri at javnstilla kappingina.
Fiskimannafelagið er tí ikki í iva:
Støðan hjá fiskimonnum er púra greið: Frí kapping um fiskin!