Fiskimenn játta morð

Tveir teilendskir fiski­menn hava viðgingið, at tað vóru teir, sum myrdu eina 21 ára gamla bretska kvinnu á teilendsku frítíðaroynni Koh Samui nýggjársaftan.
Tann 21 ára gamla Katherine Horton úr Car­diff í Wales bleiv funnin flót­andi í einari vík 2. jan­uar, og kanningar stað­festu skjótt, at onkur hevði neyðtikið hana og síðani myrt hana. Tað vísti seg, at kvinnan hevði tosað við mammu sína í fartelefon, tá hon bleiv álopin, tí mamm­an hoyrdi hana rópa neyð­arróp, áðrenn sambandið slitn­aði. Stutt eftir vórðu teir báðir fiskimenninir tiknir. Teir viðgingu at hava beint fyri Katherine Horton, og DNA-kanningar avdúkaðu, at báðir menninir høvdu neyðtikið hana. Í rættinum greiddu teir frá, at teir høvdu tveitt líkið á sjógvin. Sambært teilendskari lóg kunnu menninir, sum eru 23 og 24 ára gamlir, fáa deyðarevsing.
Teilendsku myndugleik­arnir eru illa við av morð­in­um, tí teir bera ótta fyri, at tað skal órógva land­sins góða umdømi sum ferða­mannaland, skrivar AP.