Meðan ES hóttir Noreg við tiltøkum, hóttir Noreg ES-skip við sjóverjuni. Mynd: Vaktartænastan.

Fiskimenn í ES og Bretlandi stevna Noregi

Stór ósemja er um kvotuna hjá ES og bretskum fiskimonnum í Svalbardsøkinum, sum Noreg umsitir. Meðan ES hóttir Noreg við tiltøkum, hóttir Noreg ES-fiskimenn við vaktartænastuni.

 

Meðan ES hóttir Noreg við tiltøkum, hóttir Noreg ES-skip við sjóverjuni. Mynd: Vaktartænastan.

 

 

14 reiðarí í seks ES-londum og eitt reiðarí í Stórabretlandi standa aftan fyri eina stevning móti norska statinum.

 

Reiðaríini halda, at tey hava rætt til at fiska eina størri kvotu í Svalbardsøkinum, har tey hava rikið fiskivinnu í mong ár.

 

Sambært Fiskeribladet, sum fyrst umrøddi stevningina, hevur Noreg minkað kvotuna til ES-skip niður í 19.000 tons, meðan ES heldur seg hava rætt til at fiska 29.000 tons.

 

Tað er Noreg, sum hevur umsitingarrættin í verndarøkinum kring Svalbard.

 

Tá Brexit gjørdist veruleiki, helt Noreg, at kvoturnar til ES skuldu minkast. Stórabretland fekk tá eina kvotu á 5.500 tons, meðan kvotan til ES varð minkað við 10.000 tonsum.

 

Restin av upprunaligu kvotuni varð síðan deild millum Noreg og Russland.

 

Síðan hesar ásetingar hevur stríð verið millum ES og Noreg. Meðan ES hóttir Noreg við tiltøkum, hóttir Noreg ES-skip við sjóverjuni.

 

Norski fiskimálaráðharrin, Odd Emil Ingebrigtsen, váttar, at Vinnu-og fiskimálaráðið  í Noregi fekk stevningina frá tingrættinum í Oslo hósdagin.

 

- Nú fara vit at gjøgnumganga stevningina, og stjórnaradvokaturin fer at greiða frá okkara sjónarmiðum í málinum, sigur fiskimálaráðharrin í telduposti til norska kringvarpið, NRK.

 

 

 

Meðan ES hóttir Noreg við tiltøkum, hóttir Noreg ES-skip við sjóverjuni. Mynd: Vaktartænastan.