Fiskimenn hava fingið væl meiri burtur úr í ár

Bæði fiskiskapur, og prísir, eru væl betri í ár enn í fjør

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár hava fiskimenn sum heild fingið væl meiri burtur úr enn teir fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at frá januar til apríl í ár fiskaðu føroysk skip 28.842 tons og tað eru 1.980, ella 7,4 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Hinvegin hevur prísurin verið munandi betri í ár, enn í fjør, tí fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, avreiddu føroysk skip fyri 379.808 milliónir krónur, og tað eru 59,6, ella 18,6 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Av botnfiski, er tað serliga fiskiskapurin eftir toski og hýsu, sum er munandi batnaður. Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár fiskaðu føroysk skip 10.060 tons av toski, og tað eru heili 54,6 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Men samstundis er prísurin á toski eisini hækkaður munandi, tey tey 10.060 tonsini, skipini hava fiskað higartil í ár, eru avreidd fyri 205.376 milliónir, og sostatt er avreiðingarvirði á toski 57,2 prosent hægri í ár enn í fjør.

Eisini fiskiskapurin eftir hýsu er batnaður, tí higartil í ár hava føroysk skip fiskað 3.226 tons av hýsu, og tað eru 47,4 prosent meiri enn í fjør, og tey vórðu avreidd fyri 42,4 milliónir, og sostatt hevur avreiðingarvirði á hýsu verið 46,7 prosent hægri í ár enn tað var í fjør.

Hinvegin hevur fiskiskapurin eftir upsa verið nógv slakari í ár, tí higartil í ár hava føroysk skip fiskað 6.699 tons av upsa, ella 24,6 prosent minni enn í fjør. Avreiðingarvirði var 42,9 milliónir, og tað eru 28,3 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.