Fiskimenn framvegis trupulleikar í ALS

Løgtingsmaður spyr landsstýrismann um politiska skipanin hevur viðgjørt hugskotið, um sjófólk kanska skuldu havt sína egnu tryggingarskipan. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Sjálvsstýrisfloksins, hevur sett Jóhan Dahl, landsstýrismanni, munnligan fyrispurning um viðurskiftini hjá sjófólki í Arbeiðsloysisskipanini.

Løgtingsmaðurin spyr, um landsstýrismaðurin kennir nakað til trupulleikan, at sjófólk, sum missa inntøku í longri tíð, framvegis hava trupulleikar við at fáa pening útgoldnan úr ALS.

Kári vil hava at vita, um sjófólk hava fingið neyva kunning um, hvørji rættindi tey hava til útgjald úr ALS eftir broyttu reglunum.

Hann spyr eisini, um karantenan á 30 dagar er galdandi hvørja ferð, sjálvt um skip hevur afturvendandi maskintrupulleikar sum gera, at manningin onga inntøku hevur helmingin av tíðini.

At enda spyr Kári P. Højgaard, um politiska skipanin hevur viðgjørt hugskotið, um sjófólk kanska skuldu havt sína egnu skipan.

Løgtingsmaðurin vísir í sínum viðmerkingum á, at tað hevur verið eitt drúgt stríð at vinna fiskimonnum rættindi og møguleikan fyri at fáa útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini fyri mista inntøku, tá skipið, teir eru knýttir at, hevur verið til umvælingar.

- Grundreglan má vera, at tey, sum tryggja seg við at gjalda inn í eina skipan, mugu javnbjóðis við onnur eiga rættindi til útgjald, tá inntøkan svíkur, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður í viðmerkingum sínum til fyrispurningin.

Jóhan Dahl fer at svara fyrispurninginum hjá løgtingsmanni Sjálvstýrisfloksins í dag, og tá svarið fyriliggur, fara vit at venda aftur til málið.