Fiskimenn bíða framvegis eftir útgjaldi úr ALS

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, ásannar, at enn eru broytingarar í lógini um ALS og kunngerðin, sum lýst er í hesum sambandi, ikki komin fiskimonnum til góðar

Fiskimenn

 

Í blaðnum í gjár vísti ein kvinna, sum varar av fiskimanni, á, at hóast lógin um ALS er broytt í mai í ár, og kunngerð er lýst um ”útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar”, hava fiskimenn, sum annars lúka treytirnar fyri arbeiðsloysisstuðli, enn einki útgjald fingið.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, viðgongur, at broytingarnar í lógini og nýggja kunngerðin, sum er lýst fyri einum góðum mánaða síðan, enn ikki eru farnar at virka til frama fyri fiskimenn.

- Tað vísir seg, sum so mangan hjá fiskimonnum, at ógvuliga trupult er at koma ígjøgnum í ALS-skipanini, sigur hann.

 

Nógvir ringja

Jan sigur, at nógvir fiskimenn, sum sambært broytingunum og nýggju kunngerðini eiga rætt til útgjald úr ALS, hava ringt til felagið og kært sína neyð, nú teir hava verið fyri inntøkumissi, tí skipið, teir eru við, er til umvælingar í longri tíð.

- Sum eg havi skilt, hava hesir menn enn einki útgjald fingið úr ALS, tó at teir lúka treytirnar fyri útgjaldi.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur hetta vera skuffandi, sum hann tekur til.

- Eg havi ringt til ALS og havi spurt, hví menn, sum lúka treytirnar, enn ikki hava fingið útgjald. Tey hava sagt mær, at neyðugt er at fundast um, hvussu tey skulu ”takla” nýggju broytingarnar sum viðvíkja fiskimonnum.

Jan Højgaard undrar seg yvir, at tað altíð skal taka so langa tíð, tá ið fiskimenn skulu hava nakað úr ALS.

- Eg skilji ikki, hví tað skal vera so torført hjá fiskimonnum, sum hava rindað í hesa skipan øll hesi ár, at fáa útgjald. Fiskimenn áttu at havt somu rættindi sum onnur í skipanini, leggur hann aftrat.

 

Ilt at skilja

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur ikki, at fiskimenn, sum hava verið fyri inntøkumissi, hava betri ráð at bíða enn onnur, og tá ALS ikki er nakar tómur kassi, dugir hann illa at skilja, hví tað skal taka so langa tíð hjá skipanini at finna út av, hvussu viðurskiftini hjá fiskimonnum skulu ”praktiserast”.