Fiskimannaskatturin

Viðmerking til Óla Jacobsen

Bjarni Olsen
??????????

Óli Jacobsen hevur gjørt vart við, at hann er ósamdur við nakrar av niðurstøðunum, sum Búskaparráðið hevur um fiskimanna-skattin. Sum eg skilji tað, snýr tað seg fyrst og fremst um hesar orðingar hjá Búskaparráðnum:

?Yvir tíð vil fiskimannaskatturin gera, at lønin í fiskiskapi áðrenn skatt verður lægri, enn hon annars hevði verið. Ónatúrliga stóra útboðið av arbeiðsmegi í fiskiskapi vil sostatt gera, at arbeiðsgevararnir í fiskivinnuni sleppa bíligari og tí umbiðja meira arbeiðs-megi, enn teir annars høvdu gjørt.

Óli vísir á, at hýrurnar hjá fiskimonnum verða roknaðar sum ein partur av veiðivirðinum uttan mun til, hvør skatturin er. Tískil ávirkar tað ikki hýrurnar hjá fiskimonnum, at tann inntøkuskattur, sum teir gjalda, er lægri enn skattur-in, onnur gjalda. Av tí at hýrurnar sostatt ikki ávirkast av skattinum, sum fiskimenn lata, so verður eftirspurningurin hjá reiðaríunum eftir arbeiðsmegi hvørki størri ella minni fyri tað um skatturin av fiskimannahýrum er minni enn av øðrum inntøkum.
Eg skilji væl atfinningina hjá Óla, men eg kundi hugsað mær hoyrt, hvat Óli heldur um niðanfyristandandi argumentatión.
Ein arbeiðsmaður á landi sum forvinnur t.d. kr. 180.000 árliga hevur uml. kr. 120.000 eftir, tá skatturin er drigin frá (skatturin kann vera ymiskur alt eftir umstøðurnar, men tað ávirkar ikki argumentatiónina stórvegis). Hevði arbeiðsmaðurin kunnað fingið annað arbeiði, har hann forvann t.d. kr. 170.000, og kortini havt meira eftir, tá skatturin var goldin, so rokni eg við, at tey flestu eru samd við mær í, at hann heldur hevði valt tað arbeiðið.
Hýran hjá einum fiski-manni kann fara heilt niður á kr. 156.000 fyrr enn hýran eftir skatt verður minni enn kr. 120.000. Ein bátur, sum ikki hevur nóg gott inntøkugrundarlag til at geva eina hýru, sum kann kappast við arbeiðsmannalønirnar á landi, kann sostatt ofta kortini fáa manning, tí roknað eftir skatt verður helst meira eftir til manningina við bátinum enn til arbeiðsmannin.
Nú skal eg ikki úttala meg um, hvørt hetta er rætt ella rímuligt, men bert staðfesta, at um fiskimannaskattaskipanin ikki var til, so var truplari hjá bátum, ið ikki megna at geva nóg stóra hýru, at fingið manning. Var skipanin tikin burtur, so vóru helst bátar, sum vórðu lagdir. Gott ella ringt? Ringt fyri reiðarí og manning, men kanska gott fyri til-lagingarevnini í vinnuni (lykilini til framtíðina?)?
Mín niðurstøða er sostatt, at fiskimannaskatturin er við til at varðveita/fasthalda okkara flota- og vinnumynstur, ið annars helst eigur at tillaga seg, so hvørt umstøðurnar broytast. Sigast kann ikki, at reiðararnir yvir ein kamb fáa fíggjarligan vinning burtur úr fiskimannaskattinum. Bert reiðararnir av teimum bátum, sum hóra undan vegna fiskimannaskattin, mugu haldast at fáa fíggjarligan ágóða av at kunnu vera verandi í vinnuni.
Óli sigur, at eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi ikki økist av fiskimannaskattinum, heldur sum frá líður. Hann prógvar tað við at vísa á, at hýruparturin heldur er øktur enn minkaður tey árini, fiskimannaskattaskipanin hevur verið í gildi. Um henda gongdin heldur fram, so má sigast at vera talan um gott fakfelagsarbeiði, tí tað er náttúrligt at vænta, at fiskimannaskattaskipanin ger, at trýstið frá fiskimonnum á reiðararnar at hækka hýrupartin verður minni. Um hýruparturin kortini verður hildin uppi, so hevur Óli í fyrstu atløgu rætt í, at eftirspuningurin eftir arbeiðsmegi í flotanum ikki økist vegna fiskimannaskattaskipanini. Hinvegin, so høvdu (sum eg nevni omanfyri) onkrir bátar helst verið lagdir, um ikki vit høvdu fiskimannaskattaskipanina. Um tað er rætt, so er fiskimannaskattaskipanin við til at økja um eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í fiskivinnuni, og harvið er hon eisini við til at "taka arbeiðsmegi" frá øðrum vinnum og til at økja um lønartrýstið í øðrum vinnum. Hartil kemur, at eg ivist lítið í, at fiskimannaskattaskipanin hevur við sær, at trýstið á at hækka lønir á landi verður størri, tí arbeiðsmegin á landi sjálvandi samanber seg við aðrar bólkar, herundir fiskimannahýrur (eftir skatt!).
Vælferðin í samfelagnum er tíverri avmarkað av framleiðsluni í samfelagnum. Samlaða framleiðslan í samfelagnum verður størst, um inntøkubýtið millum starvsbólkarnar í samfelagnum fyrst og fremst verður avgjørt av inntjeningsevnunum í einstøku vinnunum ? og ikki av skattligum munum millum vinnurnar.
Kjak um eitt nú fiskimannaskattin verður ofta fatað sum eitt álop á fiskimenn. Tað er harmiligt, tí tað er neyðugt við búskaparligum kjaki, ikki minst tá tað snýr seg um okkara høvuðsvinnu. Vónandi kann omanfyristandandi nýtast sum ískoyti til eitt slíkt kjak.