3. partur
Í hesum síðsta partinum av frásøgnini frá íslandstúrinum við Norrønu skal greiðast nakað frá okkara søgu í samband við Langanes.
Hetta nesið plagdi ein at undrast á í skúlanum. Á landakortinum líktist tað eini dunnu. Longu sum 14 ára gamal kom eg sum sluppfiskimaður at kroka undir Langanesi. Seinni komst eftir tí týdningi, sum hetta land, hetta nes og hesin landspartur hevur havt fyri Føroyar og føroyingar.
Bakkafjørður
Bakkafjørður er beint sunnanfyri Langanes, og her sæst nesið í góðum sýni. Bakkafjørður hevur havt ein avbera stóran týdning fyri føroyingar. Tí er tað eisini sera náttúrligt at vitja Bakkafjørðin á eini ferð sum hesari.
Fyrst var vitjað í Skeggjastaðakirkju, sum liggur hinumegin víkina har bygdin er. Hetta kann tykjast at vera óhøgligt, og fólk hava fyrr farið í kirkju við báti. Men her hevur kirkja verið í øldir, og slíkt verður ikki broytt.
Í kirkjugarðinum fanst eisini grøv hjá føroyingi, Liða Johanna, úr Norðragøtu. Hon var fødd í 1859 og doyði í 1944. Hon fekk eitt barn í Føroyum, fór so til Íslands, har hon giftist og fekk tvey børn. Sonurin Jónas kom til og fekk eina stóra ætt. Onkur er eisini endað aftur í Føroyum. Ein ommusonur við konu, sum búði á Vopnafirði, komu til Bakkafjørðin til føroyska ferðalagið.
Kaj í Bartalstovu, sum var við á báðum ferðum, róði út á Bakkafjørðinum í 1944. Hann minnist Johannu, sum tá var eitt sindur í barndømi, hon gekk runt í bygdini og spurdi eftir »færeyingum.«
Í kirkjuni greiddi presturin Brynhildur Óladóttir frá kirkjuni og bygdini. Eftir vitjanina í kirkjuni bjóðaði prestur saman við kommunustýrinum til pannukøkur í skúlanum á Bakkafjørðinum. Síðan fingu luttakararnir møguleika fyri at síggja umstøðurnar hjá føroyskum útróðrarmonnum í teimum døgum, táið tað vóru fleiri føroyingar enn íslendingar í bygdini, sum greitt frá í fjør heyst.
Bakkafjørður er nú ikki tað, sum hann hevur verið. Her búgva bert 80 fólk. Men hóast hetta er ikki vandi fyri, at bygdin doyr út í næstu framtíð. Her eitt flakavirki, sum gevur fitt av arbeiði. Eisini er skúli við einum 20 børnum, sum skuldi kunnað tryggja framtíðina hjá bygdini. Men neyðugt er at hava bil, tí ruta finst ikki til bygdina uttan skúlakoyring.
Presturin Brynhildur er ein sera virkin kvinna. Umframt at vera prestur er hon lærari. Hon er eisini bóndi umframt at hava fýra børn í aldrinum 5-10 ár.
Aftaná vitjanina hjá føroyska ferðalagnum kom prestur eitt legg til Føroya, har tað gjørdist møguligt at løna henni eitt sindur av blíðskapinum aftur. Vitjanin gekk tó ikki heilt eftir ætlan, tí hon lá »øskuføst« í tveir dagar.
Frá Bakkafjørðinum var farið til Vopnafjørðin einar 30 km sunnari, har hugt var eftir, hvar føroyingarnir róðu út. Her vóru eisini føroyingar á staðnum frásøgufólk.
Í Íslandi er eisini ein Tórshavn
Bakkafjørður er í kommunu við Thórshøfn, sum liggur norðantil á Langanesi.
Hvussu stórt Ísland er, og hvussu lítið fólk er á hesum leiðum sæst av tí, at kommunan hevur 500 íbúgvar á einum øki, sum er eins stórt og allar Føroyar.
Tað er í Thórshøfn at farast skal í ørindum av ymiskum slagi. Hetta er eisini galdandi fyri eldru flokkarnar í skúlanum. Men skal rættuliga keypast inn má farast enn longur sum til Akureyri.
Thórshøfn hevur flogsamband til Akureyrar fimm ferðir um vikuna, og haðani slepst til Reykjavíkar. Tað er eisini busssamband til Akureyrar tvær ferðir um dagin. Hendan ferðin tekur 5 tímar.
Thórshøfn er ein – sjálvt eftir føroyskum viðurskiftum – lítil fiskivinnubygd. Her búgva umleið 400 fólk.
Her er eitt flakavirki við tilhoyrandi bátum. Á flakavirkinum arbeiða eini 100 fólk.
Tað kemur nakað av ferðafólki til Thórshafnar. Hiðani verður eisini skipað fyri útferðum út á Langanes, og eftir myndunum at døma er her avbera vakurt við einum ríkum fuglalívi. Her er eisini nógv um at fara, tí Langanes er 40 km langt.
Thórshøfn liggur við Thistilfjørðin, og er seyðahald grundarlagið fyri búsetingini. Her er tað vanligt, at fólk koma langa leið at luttaka í seyðarakstri.
Skálar
Kendasta pláss hjá føroyingum á Langanesi man vera Skálar, sum er uttanvert sunnantil á Nesinum.
Tað er gjørt eitt rættuliga stórt kanningararbeiði av Skálum. Tað eru Fanney Kristjansdóttir og Sif Jóhannesdóttir, sum hava staðið fyri hesum. Tað var Sif, sum greiddi føroyska ferðalagnum frá søguni, og sum eisini gav mær sjálvum tilfar, sum er grundarlagið fyri hesi frásøgnini.
Á Skálum róðu nógvir føroyngar út, upp til 50-60 bátar. Skálar vórðu eisini nógv vitjaðar av føroyskum skipum, sum royndu á grunnunum har norðuri. Kom óveður á høgætt komu skipini ofta inn til Skálar at kroka. Her plagdu skipini eisini at koma eftir posti. Føroyingarnir plagdu eisini at keypa seyð frá bóndunum, so teir kundu fáa eitt sindur av feskum kjøti. Afturfyri lótu teir salt og aðrar vørur. Her plagdu føroyingar eisini at avreiða livur.
Skálar hava verið bygdar síðan landnámið. Í fleiri øldir vóru her bóndagarðar, sum hoyrdu til kirkjuna. Her var gott at liva, eisini tí at tað bar væl til at hava seyð her. Sjógvurin gav eisini nakað av sær sum rekavið, fisk inni við land og nógvan fugl.
Men í 1910 kom ein maður sum kallaðist Thorsteinn Jónsson higar úr Seyðisfirði.
Við sær hevði hann ein róðrarbát, fiskireiðskapi og tríggjar aðrar menn.
Teir byrjaðu so fiskiskap í samstarvi við bóndan á staðnum, Jóhann Stefanssom. Summarið eftir kom Thorstein aftur við timbri at byggja hús.
Hann fekk sær eisini fleiri bátar, byrjaði livrabræðing og opnaði ein handil.
Fiskivinnnan helt á at menna seg inntil 1930-ini, so hvørt fleiri mans komu við teirra bátum at rógva út. Meðan tað í 1910 bert var ein bátur á Skálum, var fólkatalið í 1920 komið uppá 67 í níggju húsum. Í 1924 var fólkatalið komið uppá 117 umframt alt fólkið, sum kom her at vinna á sumri.
Táið fremmandir útróðrarmenn komu, kundi fólkatalið tvífaldast. Millum hesar vóru eisini føroyingar og teir fáa tað ummæli, at teir kláraðu væl upp við íslendingarnar.
Frystihús og íshús
Næsta stig var at byggja íshús at goyma ís at køla agnið við. Slíkum var tað eisini nógv av í Føroyum.
Eitt frystihús, serliga til frysting av sild, varð bygt í 1923, og var hetta annað frystihúsið í Íslandi aftaná Vestmannaoyggjar. Síðani varð eisini bygd ein bryggja, sum gjørdi tað lættari at lossa og lasta. Fiskurin var fluttur á skinnarum inn á virkið, so framkomið var tað. Tað sum eisini skapti virksemi var saltfiskavirking.
Teir flestu menn á Skálum vóru fiskimenn. Her fiskaðu teir á sumri, meðan teir fóru aðra staðni at fiska um veturin. Eins og í Føroyum høvdu húskini eisini eina ella tvær kýr og nakrar seyðir.
Tað var jarðarmóður á Skálum, men eingin lækni, prestur ella kirkja. Skúli var í onkrum av húsunum.
Tað var trupult at ferðast á landi til Skálar. At ganga frá Thórshøfn tók einar sjey tímar. Ein rutubátur legði viðhvørt at á Skálum. Sambandið til restina av heiminum var fyrst og fremst við báti til Seyðisfjarðar, hagar fiskur og lýsi var sent.
Sosiala lívið í bygdini var ofta lívligt, tá ið uppiløga var nakrar dagar. Tað plagdi at vera dansur, og harmonikuspælarar plagdu at koma úr Skoravík norðantil á nesinum. Ofta spældu teir alla náttina. Eitt skifti var eisini kaffistova í bygdini. Tað hendi seg eisini, at tað var filmur ella sjónleikur í bygdini.
Størsti trupulleikin á Skálum var lendingarviðurskiftini, har tað í flestu støðum var 10-12 metra høgur bakki. Í tveimum støðum var tó møguligt at fara upp úr fjøruni við byrðu á bakinum.
Í 1929 varð gjørd ein roynd at bøta um lendingarviðurskiftini á Skálum. Men úrslitið gjørdist tað mótsatta, og gamla lendingin varð oyðiløgd. Um somu tíð gjørdust betri møguleikar at fiska á øðrum leiðum, so hvørt bátarnir fingu motor. Men hesir bátar kundu ikki koma inn í havnina á Skálum.
Undir heimskreppuna fyrst í 30-unum fullu fiskaprísirnir nógv, eins og fiskagongdin nærindis Skálar minkaði nógv. Hetta skundaði undir minkingina í fólkatalinum.
Undir krígnum fingu fyrst bretskir og síðan amerikanskir hermenn eina eygleiðingarstøð her. USA bygdi eina radarstøð í 1942, eins og teir bygdu bygningar í amerikanskum stíli, sum framvegis eru til.
Undir seinna heimsbardaga róku minur á land við Skálar. Tvær av teimum brustu og skaddu fleiri bygningar. Tað summarið fluttu fýra familjur, og tey, sum vóru eftir, fluttu í 1946.
Í 1948 flutti ein familja til Skálar at bóndast, men hon flutti burtur aftur í 1955, og síðan tá hevur eingin búð har.
Tað kom ikki vegur til Skálar fyrr enn í 1960, tá eingin búði eftir. Men vegurin hevur gjørt tað møguligt at gera Skálar til eitt væl umtókt ferðamannamál.
Føroyingur á Skálum
Ein føroyingur, Hans Marius Hansen, búsettist fast á Skálum, og hann fekk nógvar eftirkomarar.
Millum keldurnar til umrøddu lýsing av Skálum eru eisini abbadøtur hansara. Tí er hansara søga so væl lýst, at hon er eisini við í faldara, sum er gjørdur um Skálar, ætlaður vitjandi. Í hesum faldara er eitt kort við 37 toftum. Hesar hava allar sítt navn. Húsini vóru eins og í Føroyum ofta upkallað eftir fólkunum, sum búðu í teimum.
Søgan hjá Hans Marius verður mett at vera áhugaverd av fleiri orsøkum.
Millum annað tí, at hann var roknaður fyri at vera ein framburðsmaður. Hann velti bø upp úr haga, sum eftir øllum at døma ikki hevur verið vanligt har á leiðini. Hann hevði við sær ymsar siðir úr Føroyum. Hansara eftirkomarar minnast sumt arbeiði, sum ikki skuldi gerast sunnudagar, sum at tað ikki mátti hoyggjast ella bindast og so framvegis. Hetta kann so ikki hava verið tað vanliga í Íslandi. Hans Marius tosaði allar dagar eina blanding av føroyskum og íslendskum. Hann helt sum frá leið, at danskt hevði ávirkað føroyska málið ov nógv. Hans Marius kom at hava trupulleikar at skilja sínar egnu landsmenn. Hann verður endurgivin fyri at hava sagt: »Hasir helvitis danir. Nú læra teir føroyingar danskt, so teir eru givnir at tosa føroyskt!«
Hansara abbabørn undraðust yvir tey orð, sum hann nýtti, og sum vóru ókend í íslendskum. Dømi var, at hann segði »flúgvari« heldur enn »flugvélar.«
Marius misti fyrstu konuna og fleiri børn av sjúku, meðan hann búði í Føroyum. Av teimum børnum, hann átti eftir, blivu tey trý Anna, Bina og Hans Niclas verandi eftir í Føroyum, meðan sonurin Sámal fór við til Íslands. Men so óheppið var tað, at hann druknaði í lendingini á Skálum, sum tað skilst, tá ið teir komu hagar.
Hans Marius kundi tó ikki góðkenna, at sonurin var deyður. Hann legði seg undir liðuni á honum í tvey samdøgur í vón um, at Sámal fór at rakna við aftur, um hann varð hildin heitur.
Marius fór ongantíð aftur til Føroya at vitja børnini, hann átti her. Men tað sigst, at seinna kona hansara Halltóra, sum var ein avgjørd og viljasterk kvinna, fór eina ferð til Føroya at vitja tey.
Sagt verður um húsini hjá Hans Marius á Skálum, kallað Øfund, at tey vóru gjørd av flagi, sum ikki hevur verið óvanligt tá, men forsíðan á húsinum var timbur.
Á Skálum var eisini kirkjugarður, sum varð vígdur í 1924. Her eru 20 gravir, og Hans Marius er tann seinasti, sum er grivin har. Hetta sigur í hvussu er, at Hans Marius er blivin heilt gamal maður.
Tá stóðu »líkini uppi,« sum tað var kallað, til prestur kom. Hans Marius lá á eini hurð í eini viku. Tá kom kistan, og hann kundi verða jarðaður.
Kirkjugarðurin liggur væl sunnanfyri bygdina, so kisturnar vórðu førdar hagar við rossi.
Halltóra var eisini ófør. Eina ferð gekk hon allan vegin til Húsavíkar at fáa handilsloyvi til Hans Marius. Hann hevur tískil eisini fingist við onkra vinnu.
Meira um Marius
Í síni bók Sørvágur og Sørvingar II skrivar Sonni Jacobsen m.a. um Hans Marius:
Hann var føddur 4. august 1868, ættaður úr húsinum Norði við Gil. Hann giftist 19.apríl 1891 við Johanne Sophie Jensen, Annufíu, f. 6.11 1864, ættað úr Gróthúsinum. Hon doyði 29. apríl 1905, 40 ára gomul.
Hans Marius tók skiparaprógv hjá Jens Mohr í 1896. Hann førdi fleiri skip sum Dart, Sandoynna, Prince of Wales, Tjaldrið og Grace.
Í 1909 keypti hann saman við øðrum motorbátin Skøjten VA 172, sum var 11 tons til støddar og hevði 6 hk motor.
Í 1909 fóru teir til Íslands at rógva út. Teir fingu 6-8 oyru pundið av saltfiski.
Um heystið fóru teir heim aftur. Tá hevur Hans Marius við sær Halltóru Helgadóttir f. 2. mars 1888, sum í fólkateljingini fyri 1911 stendur at vera tænastugenta. Hetta man uttan iva vera sama Halltóra, sum hann giftist við. Hon hevur verið 20 ár yngri enn hann.
Í 1911 fer Hans Marius avstað aftur úr Føroyum. Tá er tað hann búsettist á Skálum og giftist aftur. Nógvir landsmenn vitjaðu hann á Skálum.
Børnini hjá honum í Føroyum vóru:
Anna f. 1891. Ógift. Hon flutti til Gásadals at halda hús hjá Kristoffur Jensen. Tey fingu í 1934 ein son saman, Jens. Hann doyði 14 ára gamal av roykeitran á útróðri.
Maria Elisabeth f. 1892. Doyði 15 ára gomul
Jens Elias f. 1894, gjørdist bert 5 vikur gamal
Hans Niklái f. 1896. Fekk sær eftirnavnið við Gil. Var ógiftur. Var til skips og gjørdist seinni skrivari hjá Sørvágs kommunu. Hann doyði í 1973.
Elsebeth Sofie f. 1898, gjørdist 5 ár.
Sámal f. 1901. Tað var hann sum fór við pápanum til Skálar, har hann druknaði
Bina f. 1903 giftist til Vestmannar við Hilmari Durhuus (1901-1983), ættaður úr Garðastovu í Vestmanna. Tey fingu børnini Hanna, Anny og Hilbert.
Ættin vitjaði eina ferð
Í ættini í Føroyum verður greitt frá, at lítið og einki samband hevur verið við Hans Marius og hansara ætt. Men einaferð fyri nógvum árum síðani komu tvey børn hansara til Føroya at vitja hálvsystrina Binu. Tey itu Sámal og Johanna, eftir øllum at døma uppkallað eftir beiggjanum og ommuni. Í Íslandi átti Hans Marius eisini dótrina Margrét, kallað Magga.
Bina greiddi hálvsystkjunum frá, at hon eftir at pápin var farin avstað, javnan fór oman á bryggjuna at vita, um pápin mundi koma við onkrum skipi.
Tey vita einki um, at Halltóra einsamøll hevu verið í Føroyum. Kanska blandar íslendska keldan við, tá hon kom heim við Hans Marius, áðrenn tey giftust.
Sivar Højgaard: Føroyskur útróðrarmaður á Skálum
Í bókini hjá Sámal Johansen er ein frálík lýsing av Skálum frá Sivar Højgaard av Húsum. Saman við hansara frásøgn fæst ein frálík heildarmynd av hesi íslendsku bygdini, sum eisini er ein partur av føroyska samleikanum:
Vit vóru fýra í felagnum øll árini. Vit plagdu at fara við sluppum til Íslands. Oftast var tað við Sigurfarinum, sum Jói á Húsum var skipari á. Við honum fingu vit bátin og alt viðføri. Hetta var sera lagaligt, tí fóru vit við postskipi, vórðu vit settir av á Seyðisfirði, og haðani var long leið norður til Skálar.
Á Skálum fingu vit innivist í einum skúri, sum var so stórur, at tað vóru rúm í honum til fleiri bátafeløg. Rúmið vit høvdu var um 5x5 alin. Ein lítil gongd var til at hanga klæðir í. Annars var tað sera trongligt. Ein kabúss var til at hita rúmið við, men primus høvdu vit til at matgera á. Seinni batnaðu viðurskiftini tó eitt sindur. Tá fingu vit eitt rúm afturat, sum vit brúktu til at goyma ymist í. Uppaftur seinni fingu vit komfýr, men hann var lítið matari enn kabússin.
Keypmaðurin Stefan Jónsson á Seyðisfirði átti húsini. Hann hevði eina tíð alt fiskakeyp á Skálum, og eitt árið róðu 39 bátar út hjá honum. Ein av hansara motorbátum plagdi at sigla millum Seyðisfjørðin og Skálar við allari útgerð, sum neyðugt var at brúka. Stefan hevði »Aldufelagið«, sum tók sær av øllum viðurskiftum hjá útróðrarmonnunum. Tað var nógv fólk í vinnu hjá hesum felag, bæði kvinnur og menn. Felagið lat eisini konufólk vaska okkara íbúð tvær ferðir um vikuna, uttan at hetta kostaði okkum nakað.
Vit lótu fjúrtandu krónu, sum vit vunnu, í húsaleigu. Hetta var í hvussu er minni enn á Bakkafjørðinum, har teir lótu tíggjundu hvørja krónu.
Aldufelagið átti stór hús á Skálum. Hesi hús vóru bæði krambúðarhús og íbúðarhús hjá starvsfólkunum, sum vóru har um summarið, meðan útróðurin fór fram. Um veturin stóðu húsini tóm, og tey skuldu ikki vera tespulig at koma til aftur á vári. Tað vóru nakrir ótangar á Skálum, sum um veturin gjørdu seg inn á húsini, brutu rútar o.a. Her kravdust stórar umvælingar, áðrenn húsið kundi brúkast aftur.
Aldufelagið átti eisini stór fiskahús á Skálum. Har varð fiskurin flaktur og saltaður. Tey fyrstu árini seldu vit fiskin sum ráfisk. Prísurin var um 7 oyru pundið. Tað var ikki høgur prísur, men fiskurin var nógvur. Tað var so íðiliga, vit fingu 3-4.000 pund um dagin. Seinni fóru vit at flekja og salta fiskin sjálvir. Vit seldu hann í Íslandi, og hetta loysti seg væl.
Fingu agn á Skálum
Tær føroyslu sluppirnar, sum royndu á Eystur- og Norðlandinum seinast í 20-unum og í 30-unum brúktu sild til agn. Føroyskir útgerðarmenn bygdu frystihús á Skálum, har teir goymdu agnsild hjá sluppunum.
Íslendingar fingu kava inn í húsið um veturin, og tá sildatíðin kom, varð sild goymd í húsinum. Henda sild var ikki altíð líka gott agn, tí ofta kom hon nóg so seint í ís.
Vit fingu ofta nógva sild, sum vit seldu til frystihúsið. Tann sildin, sum vit sjálvir fingu, var betri agn, tí hon kom skjótari í ís. Tað vísti seg eisini, at tey skip, sum fingu av okkara sild, fiskaðu meir. Jú, nógv ráddi um at hava gott agn.
Ta sildina, sum vit sjálvir brúktu til agn, goymdu vit í frystihúsinum. Hetta kostaði 3 oyru fyri hvørja sild. Men vit fingu ofta meira sild, enn vit sjálvir brúktu. Avlopið seldu vit til frystihúsið. Prísurin var bestur fyrstu árini, tá fingu við 25 oyru stykkið. Í tredivunum vóru ringar pengatíðir. Tá var ringur prísur fyri allan fisk.
Úrtøkan var ymisk hesi árini. Tað mesta vit fingu í part var 1.500 kr. og tað minsta var 700 kr. Vit kundu ikki láta illa at, tí úrtøkan hjá okkum var ofta hægri hjá okkum enn við sluppunum.
Onkur ár tarnaði óveður útróðrinum. Plássið var kyrruvant, og lendingin var ring. Tað var tungt at bera fiskin niðan á bakkan. Tí bygdu vit okkum skúr so niðarlaga, sum til bar, fyri at tað kundi vera høgligari at fáa fiskin til høldar. Vit gjørdu okkum eisini drátt, so at tað var lagaligari at draga bátin. Vit gjørdu dráttin soleiðis, at tað bar til at draga bátin við talju. Hetta lætti nógv um. Fyri at sleppa at gera hetta niðri í fjøruni rindaðu vit 20 kr árliga til Aldufelagið, sum átti ræðið á fjøruni á Skálum.
Einfaldur proviantur
Provianturin hjá okkum var keks, margarin og sukur. Hetta høvdu vit havt við okkum úr Føroyum. So var tað sjálvsagt fiskur og livur. Ofta høvdu vit steikta ella kókaða sild til døgurða. Í krambúðini hjá Stefani Jónssoni var vøra at fáa, men vit royndu at keypa sum minst. Aldufelagið hevði motorbát siglandi við vøru til handilin. Men tað var ikki so sjáldan, at tað var longri millum ferðirnar hjá motorbátinum enn ætlað. Tá var handilin ofta í uppsetur við vøru. Tá kom tað væl við, at vit sjálvir høvdu nakað at taka til. Eitt sindur av skerpikjøti høvdu vit eisini havt við okkum. Men tað var ikki hvønndagskostur sum vituligt er.
Vit nýttu altíð primus at matgera við. Grýtur, ketlar, kannur og allar skaffigreiðir áttu vit sjálvir.
Íslendingar, sum róðu út hjá Aldufelagnum, høvdu konufólk at halda hús hjá sær. Hetta vóru ógvuliga fitt fólk, og tað var ikki sjáldan, tær gjørdu okkum ein beina. Til dømis var tað ofta leygardagar, at tær bakaðu okkum ein køkubita til at hava sunnudagin. Hetta var forkunnugt at fáa. Vit lótu tær fáa kalvasprek afturfyri.
Mær dámdi íslendingar væl. Tað var sjálvandi ójavnt fólk har sum aðra staðni. Tey flestu vóru óføra dámlig.
Sungu sum veiðan hevði verið
Uppiløgudagar varð lítið gjørt. Vit vældu okkum sjálvsagt um reiðskapin. Annars hvíldu vit okkum, tí tað var strævið lív at rógva út í Íslandi. Vit vitjaðu fólk. Har vóru eisini nógvir føroyingar, so mangt var at tosa um. Íslendingar vóru blíðir og sera tíðindafróðir.
Heiligdagarnir vórðu altíð hildnir. Tá lósu vit lestur og sungu eisini. Í okkara felag vóru eingir framúrskarandi sangarar, men vit royndu eftir førimuni.
Undir liðini á okkum búði eitt bátafelag, har tað vóru menn sum dugdu at syngja. Men væl hoyrdist á sanginum, um vikan hevði verið ein veiðuvika. Hevði hon verið góð, var sálmasangurin harður og dunandi. Var hon vánalig, var ikki meira enn tað grælaði úr teimum.
Tá ið tað leið móti heimfaringartíð, hentaðu vit ber, soleiðis sum allir íslandsmenn plagdu at gera. Men ójøvn vóru árini eisini her. Best vóru berini, um kavin lá leingi út á várið og summarið.
Tað var ikki minni strævið at rógva út í Íslandi enn at vera til skips. Men tað var meira friður. Náttin var friðarligari, og vóru ikki útróðrarlíkindi, so vóru vit á landi. Umborð á skipi var eingin friður uttan bakkdagar, og tá var ofta eisini ótýdligt.
Føroyingar á Norðfjørðinum
Ì seinasta parti fregnaðust við eftir føroyingum sum í gomlum døgum búðu á Norðfjørðinum. Vit hava nú fingið meira at vita um teir.
Christianna Cathrina Jacobsen, ættað úr Mortanstovu í Havn, var fødd 11. september 1860. Hon verður tann 27. august 1883 heima við hús gift við Johan Hendrik Poulsen f. 19. apríl 1862, úr Skopun. Tá hava tey longu fingið sonin Sigurd Marius Poulsen (1882-1977). Tey fingu afturat Henriettu Katrinu. Johan Hendrik doyr longu 18. juli 1884. Tey náddu ikki at vera gift í eitt ár.
Katrina giftist aftur 18. juli 1884 við Sigmund Lucassen f. 1867. Tá áttu tey sonin Hans Johan Hendrik f. 21. mars 1887. Umframt hann fingu tey í 1889 dótrina Sigrid Christina Johanna Jensina. Hon doyði longu í 1891. Sigmund gongur burtur 21. januar 1889, so Kristianna var bert 29 ára gomul, táið hon er einkja aðru ferð.
Tá var hon so illa fyri, at hon visti sær ikki onnur ráð enn at lata børnini upp í hendurnar á skyldfólki og fara til Íslands at arbeiða. Hon giftist við íslendingi á Norðfjørðinum og eigur hóp av eftirkomarum. Samstundis kom hon í søguna sum elsta fólk í síni tíð.
Ættin hjá henni í Føroyum er millum annað tey sum eita Stórá.
Tað er ein áhugaverd frásøgn hjá Jens Marius Hentze í Kvørnini nr. 5 um son hennara Sigurð, sum fekk stóra bót fyri at hava verið »nasvísur« við sýslumannin Johan Hendirk Schrøter.
Torkil Fredrik Joensen, Keli færeyingur, sum eisini var umrøddur í seinasta parti, var ættaður úr Havn. Foreldrini hjá honum vóru Jørgina Christiane Lindenskov (1807-1854) og Johan Fredrik Michael Joensen (1820-1865). Sjálvur var hann føddur 7. januar 1848. Hann hevur verið heilt ungur, tá ið hann misti foreldrini, og í 1870 er hann at finna á Tvøroyri. Hann sigst at vera komin haðani til Íslands í 1875. Her er hann í fólkateljing sagdur at vera »bátasmiður og bátaútvegsbóndi.« Hetta seinna man standa fyri hansara útleiging av skúrum til føroyingar. Torkil doyr 26. juli 1921, 73 ára gamal.
Brita Black er abbadóttir Jákup Biskupstøð f. 1867, sum var nógv ár í Íslandi, eisini á Norðfjørðinum, har hann bygdi eitt stórt tal av bátum. Henni er fortalt, at eina ferð um aldarskiftið kemur Torkil við eini slupp úr Íslandi á Klaksvík. Hann hevði ein smádrong við sær. Kennskapur var, so teir gistu hjá Jákupi, til teir hildu fram til Havnar. Drongurin var vist Jóin Vilhelmsen, sum til á ellisárum var kendur sum gøtusópari í Havn.
Tað var ikki ókent, at føroyingar høvdu børn úr Íslandi við sær til Føroya at vera. Umstøðurnar í Íslandi vóru so vánaligar, at hildið var, at hetta var tað besta fyri børnini.
Brita sigur eisini, at Torkil var ein kendur lásasmiður, sum kundi opna peningaskáp, sum aðrir høvdu givið upp.
Myndin av bátasmiðjum í seinasta parti var av Eiði. Teir vóru Johannes og pápabeiggi hansara Hans Martin í Miklagarði. Johannes var á Norðfjørðinum sum bátasmiður. Tí man myndin vera komin yvir hagar.
Vit hava frá Torbjørn Joensen í Kollafirði fingið at vita, at myndin niðast á 4. síðu í seinastu Miðviku er tikin umborð á Gerpir í 1957.
Standandi f.v. eru: ókendur, Kjartan Højgaard, Rituvík, Torbjørn sjálvur, Per Gullstein, Rituvík, Niclas Joensen, Kollafjørð. Fremstur er Johannes Petersen, Rituvík
Komandi partur
verður byrjað ein røð um Stóru Dímun. Vit hava hitt Janus í Dímun, sum hevur búð í Dímun í nærum 80 ár