Fiskidagar
- Føroya Fiskimannafelag tekur frástøðu frá uppskotinum um at skerja fiskidagarnar 50%. Vit fara at standa saman við hinum feløgunum, sum eru samd um at seta tiltøk í verk, um uppskotið hjá Tórbirni Jacobsen vinnur frama.
Tað sigur Føroya Fiskimannafelag á heimasíðu síni í dag.
Á fundi mánadagin fekk starvsnevndin í Meginfelag Útróðrarmanna heimild frá umboðsnevnd felagsins at seta tiltøk í verk, um fiskidagarnir verða skerdir, soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur skotið upp.
Í dag boðar so Føroya Fiskimannafelag frá, at felagið fer at standa saman við øðrum feløgum, um tiltøk verða sett í verk.
- Vit meta, at ein avleiðing av hesum uppskoti kann verða, at stórur partur av føroyska inntøkugrundarlagnum verður tikið frá Føroya fólki og verður latið fíggjarstovnunum at umsita.
Føroya Fiskimannafelag sigur seg fara at verja ogn Føroya fólks saman við øðrum, sum tikið verður til.