Fiskimannafelagið limur í Fasta Gerðarrættinum

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag og Kári á Rógvi, nevndarformaður í Fasta Gerðarrættinum, hava undirskrivað sáttmála, so Føroya Fiskimannafelag nú er limur í Fasta Gerðarrættinum.

- Vit eru fegnir um at kunna gerast partur av Fasta Gerðarrættinum. Tá ið Fasti Gerðarrætturin var gjørdur í síni tíð, vóru onnur arbeiðsmarknaðarlig viðurskifti, sum gjørdu, at Fiskimannafelagið ikki beinanvegin gjørdist limur í Fasta Gerðarættinum, men hesi mál eru nú farin afturum, sigur Jan Højgaard, formaður í F Fiskimannafelagnum.

Hann vísir á, at tíðin er búgvin til, at felagið eisini gerst partur av Fasta Gerðarrættinum, og hann væntar, at tað kemur at gagna okkum at gerast partur av einum gerðarrætti, har mál vera viðgjørd skjótari enn í vanligu rættarskipanini.

- Vit skulu eisini minnast til, at í gerðarrættinum eru fólk við drúgvum arbeiðsmarknaðarligum royndum úr Føroyum, vísir Jan Højgaard á, og leggur afturat, at tað er ein stórur fyrimunur, at hava gerðarrættin og ikki bara vanligu rættarskipanina at dúva uppá.