Fiskimannafelagið lagt Carlton

Føroya Fiskimannafelag hevur lagt nótaskipið Carlton, tí fleiri viðurskifti hjá manningini eru ikki í lagi, sigur felagið Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at Carlton sleppur ikki at loysa, fyrr enn nógv viðurskifti eru fingin í rættlag. Millum annað hevur manningin onga uppgerð fingið í 15 mánaðir, sigur hann.

Orsøkin til, at Fiskimannafelagið tekur hetta stigið, er tí reiðríið heldur stórar partar av hýruni frá í fjør aftur. Heldur ikki hevur mannigin fingið hýru fyri í ár, umframt at fleiri onnur ógreið viðurskifti, so sum mangul upp á frítíðarløn og uppgerð fyri hýruna.

Hanus Hansen, reiðari á Carlton, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann fyri umleið einum ári síðani gjørdi eina avtalu við manningina fyri einum ári síðani, og at manningin gekk við til at býtisprosentið fór niður í góð 23 prosent.

-Men tað er mín vanlagna, at eg ikki boðaði Fiskimannafelagnum frá semjuni, sigur Hanus Hansen.

Hann heldur tað vera løgið, at manningin á Carlton skal hava eitt býtisprosent uppá 27 prosent, tá onnur nótaskip hava eitt býtisprosent, sum er góð 17 prosent. Hanus Hansen vísir á, at við nýggja Nærabergi, sum er keyptur úr Írlandi í ár, er býtisprosentið 17,5, eins og hjá øðrum nótaskipum.

-Verða vit dømd at gjalda munin, so verður tað gjørt, sigur reiðarin, sum er ovfarin av stiginum hjá Fiskimannafelagnum at leggja Carlton.