Tann størsta brotsgerðin formaðurin hevur gjørt var at stilla upp til formansvalið og blíva valdur. At hugsa sær, at ein vanligur fiskimaður hevði tann frekleika at bjóða seg fram sum formansvalevni fyri fiskimenn hevur fallið ávísum persónum fyri bróstið.
Hesir persónar hava í áravís snobbað uppeftir, og hava í áravís lograð við halanum, tá teir eru klappaðir á ryggin av reiðarum, bankum, tryggingarfeløgum og øðrum, sum kunnu hugsast at hava áhugamál í tí, sum fiskimenn forvinna. Hesi herðaklapp hava eftir øllum meir at týða fyri teir, enn at bøta um kor fiskimanna.
Hesar kreftir hava av fullum huga arbeitt ímóti, at nakað munadygt kann vera gjørt fyri okkara fiskimenn. Hvørja ferð vit hava viðgjørt eitt sáttmálabrot í nevndini, er tað eldur í hjá sama høvunda. Hann oysir út av fullum hjarta í bløðum, um hvussu ljótt tað er arbeiða fyri fiskimannin, og hvussu ljótt tað er at finnast at hansara hávirdu reiðarum.
Arbeiða fyri fiskimannin
Men eg kann siga sama høvunda, at eg lati ikki eyguni aftur, tá eg gerist varugur við eitt sáttmálabrot. Tað hava fiskimenn fingið nokk av, og vilja gera nakað við tað. Fiskimenn hava tolt nógv gjøgnum árini, tað er heilt vist. Nú Føroya Fiskimannafelag er um at fáa glið á, er tað sum um ein vissur er leysur.
Nei hann sjálvur, tað eru ikki allir, sum taka eitt herðaklapp fram um kor fiskimanna. Í tveimum førum hevur nevndin í Føroya Fiskimannafelag staðið móti stórum trýsti til sáttmálasamráðingarnar. Vit hava ikki slaka ein tumma, hóast tað hevur slitna millum partarnar.
Vit hava prógvað, at vit nú hava dirvi at samráðast undir stórum trýsti uttan at slaka sjálvandi.
Sáttmálabrot ikki góðtikin
Tá eg var í 40 ára føðingardegi hjá einum fiskimanni, sum noktaði at góðtaka sáttmálabrot móti honum, hugdi eg yvir á fiskimenninar, sum har sótu.
Hesir mergjaðu menn vóru vit gott treysti, eg sá tað týðuliga, og tað var ongin ivi í míni sál, at hesir menn vóru til reiðar at stríðast, og teir koma eisini at vinna sigur. So hann sjálvur, lat nú fiskimenn fáa frið.
Men tað hevur kostað nógv persónliga at verja fiskimannin. Eg havið verið ærumeiddur og bakbitin óteljandi ferðir. Eg havið verið hóttur og lagdur undir trýst, sum kundi fingið sjálvt tey sterkastu at tikið beinini upp á nakkan. Men til tað vil eg siga, at eg beri hvørt bakbit, og hvørja hóttan við stórari virðing, tí tað taki eg sum eitt tekin um, at vit eru á rættari kós.
Við stórari virðing fyri fiskimanninum.