Fiskimaðurin fær rokningina

- Tað er onki at ivast í, at tað verður fiskimaðurin, sum fær rokningina fyri eykagjaldið, vit leggja á fiskivinnuna.

Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Løgtingið hevur viðgjørd ætlanina hjá samgonguni um at krevja 120 milliónir av alivinnuni og fiskivinnuni næsta ár.

Í hesum sambandi er ætlanin at leggja eitt avgjald á 75 oyru á hvørt kilo av makreli, sum verður landað í Føroyum.

Men verður avreitt til útlendsk móttøkuskip, ella uttanlands, er gjaldið tvær krónur fyri kilo.

Tað hevur verið ført fram, at tað skal ikki vera fiskimaðurin, sum skal rinda rokningina fyri hetta gjaldið.

Men tað heldur Jacob Vestergaard, eru ynskidreymar.

- At leggja løgd á fiskivinnuna, á fiskivinnuna er tað sama sum at leggja gjøld á øll tey, sum virka í henni, eisini fiskimannin.

- At er skeivt at royna at billa fólki inn, at fiskimaðurin skal onki gjalda av rokningini, men tað er skeivt, tí tað fer eisini at raka hýrurnar hjá manningunum.

- Meiri gjøld eru, meiri fer at samlaða avreiðingarvirðinum og meiri verður lagt yvir á tey, sum arbeiða í hesi vinnuni, tað er púra logiskt, segði Jacob Vestergaard,

- Eg dugi ikki at síggja, hvussu tey, ið arbeiða í hesi vinnuni, skulu sleppa undan at rinda, tá ið stór gjøld verða løgd á.