Í sambandi við tíðindini í »Fiskaren«, setti Internet Sosialurin seg í samband við fiskimálaráðharran Jørgen Niclasen, men hann kendi einki til nakrar broytingar í eigaraviðurskiftunum í felagnum, sum eigur nótabátin »Krúnuna«.
? Vit skulu góðkenna allar broytingar, sum fara fram í eigaraviðurskiftunum og hin vegin, so kunnu útlendingar ikki eiga meiri enn 33 prosent í einum føroyksum felag, leggur fiskimálaráðharrin afturat.
Í lógini stendur eisini, at boðast skal frá, um broytingar verða framdar og eingin fráboðan er komin til Fiskimálastýrið enn sambært fiskimálaráðharranum.