Frank Davidsen
-----
Ikki óvæntað, so hendi tað sum øll hava havt varhugan av seinastu mánaðarnar, eitt veruligt makrelkríggj. Meðan fiskimálaráðharrin hevur gjarað út av fólksins ogn, og bókstavuliga hevur mett tey sum gjara varð út til sum sínar persónligu klientar, so er nú vent í holini. Tí nú hava teir sum ráðharrin hevur játtað makrel í stórum nøgdum mist tolið, soleiðis at um tann politiska skipanin ikki makkar rætt og letur teimun tvífalt tað sum politiska skipanin hevði ætla, so verður einki av teirra móttøkuskipum á feltinum í summar.
Í Dimmalætting í gjár stendur, citat. Um hóttanin stendur við, so tekur hon fullkomuliga grundarlagið undan semjuni, sum var gjørd í Løgtinginum í farnu viku, har Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin veittu vissu fyri at móttøkuskipini komu, og harvið eisini pengar í landskassan - andstøðan og partar av samgonguni ivaðust, og ynsktu eina uppboðsølu, sum kundi kompesera fyri missin. Uppboðsølan varð slept vegna politiska lyftið. citat enda.
Tað vil siga tað sama sum, at fiskimálaráðharrin hevur gjørt ein so ógvusligan politiskan brølara, at hann átti at lagt frá sær í stundini.. Og um hann ikki ger tað, so eigur Løgtingi at reisa misálit á hann.
Tí hann hevur sambært Dimmalætting fingið greið boð frá umboðunum hjá móttøkuskipunum, Take it or live it, og við hesum signali so verður ein beinleiðis hóttan og alment trýst sett á tí politisku skipanina, nakað sum er óhoyrt, og sum eigur at fáa avleiðingar.
Stutt sagt so hevur vinnan trumfin á hondin, soleiðis at um politiska skipanin ikki makkar rætt, so verður einki móttøkuskip á makrelfeltinum í summar, vegna politiskan kleyvarskap.
Um sama nøgd av makreli verður í føroyskum øki sum í fjør summar, so verður avleiðingin helst, at trupult ella kanska verður tað ógjørligt at fáa alt til hólvdar sum matfisk. Og fer ein partur av makrelinum til skittfisk, so er tað bensin á bálið hjá Noreg og ES, eins og fyribrygdi burðardygg veiða kemur at standa sína roynd.
Hinvegin um tann politiska skipanin verður noydd at boyggja seg fyri trýsti frá umboðunum hjá móttøkuskipunum, so hevur politiska skipanin eins og samgongan spælt fallit.
Tað má sigast at vera lagnunar speisemi, at sami ráðharri seinasta summar ferð aftaná ferð hartaði tásitandi makrelsamgongu, og ákærdi hana fyri í millum annað, at samfelagið misti fleiri hundrað milliónir orsaka av at móttøkuskipini fóru avstað við hesum milliónum. Tað var púra óneyðugt, segði hann tí móttøkuorkan á landið í fjør var so stór, at virkini sum onganting kundu tikið í móti teimun 150.000 tonsunum. Í ár verður lagt upp til, at sjey - 7 móttøkuskip skulu verða á feltinum, eins og eitt nýtt nýmótans virki á landið, so sigast má, at hasin maðurin hevur fingurin á pulsinum.