Ólavur í Beiti
Í svari sínum til fyrispurning frá Majus Dam, sigur fiskimálaráðharrin, Jørgen Niclasen, at nú verður fundur á politiskum stigi millum føroyskar og norskar myndugleikar. Tann 20. apríl hittast Jørgen Niclasen og Peter Angelsen á føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn.
Jørgen Niclasen sigur m. a. í svari sínum til Marjus Dam, at Fiskimálastýrið hevur havt samráðingar við norskar myndugleikar 23 mars 1999 í Keypmannahavn til tess at fáa greiðu á teimum tórføru umstøðunum hjá føroyskum skipum at fiska undir í norskum sjógvi.
Frá føroyskari síðu var staðiliga gjørt vart við, at tað við teimum strongu hjáveiðireglunum er sera torført hjá føroyskum skipum at fiska sínar kvotur í norskum sjógvi og at ágangurin frá norsku fiskiveiðieftirlitsmyndugleikunum serstakliga móti føroyskum skipum fyrikemur ógrund-aður.
? Eisini var frá føroyskari síðu gjørt vart við misnøgdina um mannagongdina at fráboða nýggjar umrokningarfaktorar og fráboðanarreglurnar sum heild, tá skip mugu fara inn í norska havn.
Eftirlitið hert
Norska fiskiveiðieftirlitið var umboðað á fundinum og var her greitt frá teimum norsku sjónarmiðjunum um, hvussu teirra fiskiveiðieftirlit er hert í Barentshavinum vegna vánaligu støðuna í fiskastovnunum serstakliga trupuleikin við íblanding av ungfiski undir minsta mát.
? Hetta hevur elvt til nógvar skrivligar ávaringar og at bæði norsk og útlendsk skip eru sektaði, varð ført fram av norska fiskiveiðieftirlitinum á fundinum, upplýsir Jørgen Niclasen.
Bert við upsa
Hóast føroyska sendinevndin legði áherðslu á at fáa broytt hjáveiðureglurnar eftir hýsu soleiðis, at eisini føroysk skip framyvir kundu veiða beinleiðis av hjáveiðukvotuni eins og norsk og útlendsk skip, so fekk norska sendinevndin ikki heimild at broyta nakað hesum viðvíkjandi.
? Noreg helt fast um at taka hetta upp aftur seinni og vildi sostatt bert ganga føroyska ynskinum á møti at finna eina loysn við hjáveiðutrupuleikanum av upsa, sigur Jørgen Niclasen.
Onga semju
Partarnir skiltust uttan at gera nakra semju. Noreg hevur síðani skrivliga svarað føroysku umsóknini formliga uttan aðra niðurstøðu enn tann sama sum á fundinum.
Og nú er so avtalað, at samráðingar verða á politiskum stigi.