Fiskileiðir eru óneyðugt stongdar

Jørgen Niclasen vil hava at vita, hví leiðir á Føroyagrunninum hava verið stongdar í áratíggju

Størsti parturin av Føroyagrunninum hevur verið stongdur í áratíggju. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat nyttu hesar steingingar hava gjørt?

Tað vil Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hava at vita frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal. Hann heldur, at leiðir eru óneyðugt stongdar.

- Ofta verður spurnartekin sett við, hvussu stórir botnfiskastovnarnir á Føroyagrunninum eru. Hetta tí fiskiskapurin hevur verið lítil seinnu árini. Tað er tó ein sannroynd, at royndin á Føroyagrunnunum hevur verið sera lítil, ikki minst tí rættuliga stórur partur er stongdur fyri veiðu. Hesar steingingar hava verið í áratíggju og lítið er komið fram um nyttuna av hesum veiðibannum, sigur Jørgen Niclasen.

- Nógvar steingingar eru gjørdar fyri at verja ungfisk. Undir viðgerðini av fiskidøgunum boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann ætlaði at krevja rist í trolið hjá partrolarum. Um so er, má landsstýrismaðurin eisini lata leiðir upp. Rist sorterar fiskin á botnið og tá burdi friðing fyri ungfisk verið óneyðug, heldur Jørgen Niclasen.