»Hvør fjøl á floti«.
Tað er heitið á árligu fiskikappingini, sum skúlaskipið Dragin skipar fyri í Norðoyggjum.
Leygardagin verður hampiliga góð streymloysa, tí er ætlanin at hava fiskikappingin tá.
Bátarnir fara frá landi klokkan átta, og teir skulu verða aftur klokkan fimm seinnapartin. Tá verður veiðan løgd upp á Varpabrúnni í Klaksvík, og síðan verður uppboðssøla.
Av trygdarávum er ikki loyvt at fara einsamallur, tað skulu minst
tveir mans við hvørjum báti, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Avmarkingar í reiðskapi
Tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðureiðskap, og tað er
ikki loyvt at fiska við aliringarnar. Seiður telur ikki við í vektini.
Besti báturin tað vil siga báturin, sum hevur størst veiðu fyri hvønn mann vinnur kappingina, og hann fær eitt ferðasteyp í varðveitslu. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa eisini steyp til ognar.
Enda við dansi
Í fjør var tað báturin Reynir við Elmari Simonsen og Tóri Simonsen úr Hvannasundi, sum vóru bestir. Næstbestur bátur var Syðritangi við Ólavi og Grími Poulsen , og triðbestur var Svartaberg við Sólarin og Marna Isaksen.
Dagurin endar við dansi í Skálanum kl. 23.00, har Flemming og vinmenn fara at spæla til út á miðju nátt.











