Í fiskikappingini leygardagin, 26. februar, verða tilsamans 20 vinningar. Hevur tú størstu nøgd, størsta fisk, flest metrar av longu ella størstu skrubbu eigur tú ein vinning. Leygardagin 26. februar skipar borðtennisfelagið Nykur fyri eini sera stuttligari fiskikapping við tráðu á Skálafjørðinum.
Hetta er aðru ferð, at Nykur skipar fyri eini fiskikapping, og í fyrru kappingini, sum var í august síðsta ár, vóru fleiri enn sjeyti luttakarar. Tá var bara loyvt at fiska við tráðu á eysturarminum á Skálafjørðinum.
Hetta gjørdist ein rættiligur familjudagur, har bæði vaksin og børn luttóku í kappingini. Meðan fólk fiskaðu við havnaløg og á ymiskum plássum kring um við klettin, koyrdu fólk út við kaffi og sunkist til luttakararnar.
Í kappingini hesaferð verður loyvt at fiska heilt av Neshamri á Nesi og vestur á Raktanga á Strondum.
Nógvir ymiskir vinningar verða at vinna og fólk, sum luttaka, hava høvi at vinna í ymiskum kappingum.
Talið av vinningum verður 20 tilsamans og størsti vinningurin, sum borðtennisfelagið Nykur higartil hevur ognað sær, hevur eitt virði av umleið 2.000 krónum.
Ymisku vinningarnir snúgva seg um alt frá reingerð av bili um tráðusett til fartelefonir og fínan døgurða á Hotel Hafnia.
Hevur tú størstu nøgd, størsta fisk, flest metrar av longu ella størstu skrubbu eigur tú í minsta lagi ein vinning.
Á myndini við steypinum í hondini er Atli Joensen, sum fekk flestar fiskar í kappingini í august í fjør.
Leinkja til fiskikapping:
Leinkja til vinningar: