Fiskifrøðingur á landsfundi fólkafloksins

   

Landsfundur Fólkafloksins verður leygardagin 22. november 2003 í SÍF-húsinum í Sandavági.
Gestur á landsfundinum í ár verður íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjansson. Hann hevur m.a. gjørt fiskifrøðiligar kanningar av føroyska økinum, bæði vegna Landsstýrið og Reiðarafelagið. Eisini hevur hann gjørt fiskifrøðiligar kanningar av Írska havinum og Norðsjónum fyri írsku og skotsku fiskivinnuna.
Jón Kristjansson er komin til aðra niðurstøðu enn altjóða havrannsóknarstovnurin ICES, og fer á fundinum at leggja fram aðra uppfatan av havinum við støði í sínum kanningum.
Landsfundurin byrjar kl. 10 og heldur áfram til kl. 17. Ábit verður um middagsleiti. Høvi verður at teknað seg til døgurðan, sum verður eftir fundin.
Øll eru vælkomin.