Teir spæla bara somu plátu umaftur og umaftur á hvørjum ári, segði ein av tingmonnum Fólkafloksins um fiskifrøðingarnar á Fiskirannsóknarstovuni, og soleiðis var tónalagið mótvegis vísindaligu ráðgevingini tað nógva av tíðini, tá tingmenn í farnu viku við broyting av lógini um vinnuligan fiskiskap frá 1994 skuldu áseta talið á fiskidøgum fyri komandi ár.
Uppskotið til lógarbroytingina, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, legði fram, legði upp til, at talið á fiskidøgum skuldi vera tað sama sum í fjør.
Fylgdi Fiskidaganevndini
Harvið fylgdi landstýrismaðurin orðarætt tilmælinum frá einum meiriluta í Fiskidaganevndini, sum mætli til, at fiskidagatalið skuldi vera óbroytt. Minnilutin í Fiskidaganevndini, formaðurin Alti Gregersen, mælti til at skerja talið á fiskidøgum við 6 prosentum.
Í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni varð mælt til at talið á fiskidøgum minkaði við 25 prosentum yvir tey næstu tvey ella trý árini.
Í tinginum kom fram, at breið semja var um at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum.
Finst at tingmonnum
Alti Gregersen tók seg fyrr í vikuni úr Fiskidaganevndini fyri at mótmæla mannagongdini hjá tinglimunum, og í blaðnum í dag tekur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupstovu, blaðið frá munninum í einari viðmerking.
Hjalti í Jákupstovu vísir á, at nakrar av viðmerkingunum, sum millum annað fullu um tilmælið frá fiskifrøðingunum undir orðaskiftinum á tingið, í ringasta føri eru av slíkum slag, at ikki ber til at svara teimum, og annars byggja á misskiljingar um, hvat Fiskirannsóknarstovan kann ella eigur at gera.
Vágið at fylgja Jón Kristjánsson
Í viðmerkingini kemur eisini fram, at stjórin á Fiskirannsóknarstovuni heldur lítið um tann hátt, sum løgtingslimir og landsstýrismenn viðfara tilmælini frá fiskifrøðingum.
Landstýrismaðurin við fiskivinnumálum fekk í ár ein íslendskan fiskifrøðing at meta um tey bæði innkomnu tilmælini. Um íslendska fiskifrøðingin, Jón Kristjánsson, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, at tær báðar einastu skrásettu vísindaligu greinar, hesin fiskifrøðingur hevur skrivað, hava snúð seg um bleikjur í Mývatni, og atburðin hjá rækju millum 0 og 8 metrar frá botni.
? Eg haldi tað vera sera vágið at nýta reguleringshættir fyri vøtn við einum ella tveimum fiskasløgum til fiskastovnar á føroyska landgrunninum, sigur Hjalti í Jákupstovu í virðmerking síni.
Taka eisini feil
Hjalti í Jákupstovu vísir á, at Fiskirannsóknarstovan og ICES frá 1988 og næstu árini frameftir á hvørjum ári ávaraðu um, at veiðitrýstið var ov høgt, og at støðan tí var hættislig. Men heldur ikki tá lurtaðu politikararnir eftir tilmælunum. Minkandi fiskanøgdir vóru saman við minkandi prísinum á fiski, millum høvuðsorsøkirnar til, at búskaparkreppan fyrst í 1990'unum gjørdist so ógvuslig.
At fiskifrøðingar eisini kunnu taka feil, ásannar Hjalti í Jákupstovu, sum í viðmerking síni vísir á, at vegna ávísar óvissur, sum altíð gera seg galdandi í forsagnum, vísir veruleikin seg at kalla altíð at vera øðrvísi enn forsagnirnar.
? Men spurningurin er hvussu nógv tær víkja frá. Taka vit fortreytirnar við, so er mín pástandur, at forsagnirnar hjá Fiskirannsóknarstovuni/ICES hava verið á heilt góðari leið, sigur Hjalti í Jákupstovu í viðmerking sínari, ið er prentað í blaðnum í dag.








