- Í summar hevur verið úr at gera hjá skipasmiðjunum MEST, bæði í Havn og á Skála, við at gera pelagiska flotan og flotan í Barentshavinum kláran til heyst-og vetrarfiskiskap eftir ávikavist makreli, sild, svartkjafti og toski.
Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri í MEST. Hann vísir á, at ein stórur partur av pelagiska flotanum hevur verið í dokk ella hevur verið fram við fyri at fáa gjørt umvælingar av ymiskum slag. Sama er við flakatrolarunum, sum fiska í Barentshavinum.
- Vit gleðast serliga yvir, at hesi reiðarí velja at fáa síni skip umvæld í Føroyum og ikki uttanlands, sum ikki var óvanligt fyri fáum árum síðan. Tað, at føroysku reiðaríini velja at gera fleiri umvælingar í Føroyum, merkir, at bæði MEST og aðrir undirveitarar í Føroyum fáa meira at gera.
Í Runavík, har serliga verður arbeitt við loysnum til framleiðsluvinnuna, hava tey verið meira enn fult upptikin av nógva virkseminum innan alivinnuna.
- Her hevur nýggja virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum fylt serliga nógv, umframt at MEST á Skála eisini hevur staðið fyri umbyggingini av Hans á Bakka í summar.
Stjórin vísir á, at eisini botnfiskaskip, djúpvatnstrolarar, partrolarar, trolbátar og línuskip eins og ferjur hava valt at brúka MEST sum samstarvspart í samband við umvælingar og umbyggingar.
- Samanumtikið er gongdin góð, men tað merkir ikki, at vit helma í. Vit vilja, at MEST verður ein enn betri veitari, sum skal kunna tryggja skjótari og neyvari veitingar til kundarnar, sigur Mouritz Mohr.