Fiskidagar
Gerhard Lognberg mælir eisini til, at landsstýrismaðurin tekur stig til samráðingar við allar skipabólkar við tí endamáli at fáa eina semju um, at allur fiskiflotin skal liggja í 14 dagar um summarið – og frá 18. desember til 6. januar á hvørjum ári.
Løgtingsmaðurin skjýtir upp, at úrslitið av semjuni verður lagt fyri løgtingið sum uppskot til broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap – at koma í gildi skjótast gjørligt.
Gerhard Lognberg heldur, at veiðitrýstið við hesum sum heild fer at minka meira, enn 3% skerjingin av døgum viðførir.
- Eg haldi eisini, at landsstýrismaðurin eigur at taka atlit til teir útróðrarbátar í bólki 5, sum hava havt loyvi at fiskað nakrar dagar á Føroyabanka og sum hava gjørt stórar íløgur í nautiska útgerð, sigur løgtingsmaðurin, sum heldur ikki tekur undir við, at djúpvatnstrolararnir koma við í fiskidagaskipanina.









