Tað knípur við lønseminum í fiski¬vinnuni. Treyðugt so tjena upp¬sjóvarflotin og flakatrolararnir nógvar pengar, men heimaflotin, sum í høvuðsheitum skal dúva uppá botnfiskin, hevur ilt við at liva upp til leiklutin hjá eini høv¬uðs¬vinnu. Ein høvuðsvinna skal geva avkast. Skal endurnýggja seg, skapa dynamikk og yvirskot til at ganga á odda í samfelagnum.
Fiskivinnutingið, sum Havstovan skipaði fyri í Norðurlandahúsinum mikudagin, vísti eina mynd av ein¬um fiskiflota, sum hevur brúk fyri einari hjálpandi hond. Sum bæði krevur neyvari stýring og tryggari grundarlag at virka á. Talan er ikki um eina nýggja støðu, men heldur um ein botnfiskaflota, sum í ov langa tíð er sloppin at liva sítt egna lív. Tað sær so einfalt út, tá tal¬frøðingar seta talið av skipum upp ímóti nøgdunum av fiski fyri síðani at vísa á manglandi samanhangin. At ov lítið er í part, og aktørarnir tí býta høvdið av hvørjum øðrum í stríðnum um ov fáu fiskarnar. Gerandisdagurin hevur sjálvandi fleiri nuancir. Her eru reiðarar og fiskimenn, lokalsamfeløg og fígg¬ingarstovnar. Hvør vil vera tann, ið tveitir livibreyðið frá sær fyri at geva betri pláss til onnur í somu vinnu?
Men politiskt má málsetningurin væl saktans vera, at vinnan skal tjena pengar. Og tá tú hevur ein málsetning, so mást tú eisini stýra eftir honum. Og vera til reiðar at brúka neyðugu amboðini fyri at stýra.
Búskaparfrøðingar mæla til at skerja flotan munandi. Enntá keypa partar av flotanum út úr vinnuni fyri at gera tað rúmligari fyri tey, ið eftir eru. Víst verður á, at løtan er tann rætta, nú fiskiskapurin eftir makreli, norðhavssild og eisini svartkjafti økist sera nógv.
Skotið verður upp at brúka til¬feingisgjald frá upp¬sjóvar¬¬fiski¬skapinum til at geva botn¬fiskaflotanum upp¬høgg¬ingar¬stuð¬ul. Harvið verður problemið hildið inni í fiskivinnuni og gerst ikki ein beinleiðis útreiðsla fyri lands¬húsar¬haldið. Búskapar¬frøð¬ingurin Kári Peteren skírir fiski¬vinnu¬politikkin síðstu árini at vera ein "albyl¬politikk", sum minkar um symp¬tomini, men einki ger við sjúkuna. Í løtuni velir landsstýrismaðurin at geva svanga botnfiskaflotanum makrel- og sildakvotu. Tað er væl at samanbera við at geva eina albyl. Tað má tí vera eitt minstakrav, at fiskivinnunýskipanin, ið loksins sigst vera áveg gjøgnum politisku skipanina, gevur botnfiskaflotanum rúmd og reellan kjans at virka og tjena pengar.










