Aftur eru boð úr útheiminum eftir Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum at halda fyrilestur um føroysku fiskidagaskipanina. Hesa ferð eru tað bæði enska og skotska fiskivinnan, sum vilja hoyra um skipanina.
Ónøgdin við kvotu-skipanir og tess ICES ráðgeving er vaksandi og vilja alt fleiri lond hoyra um alternativ. Har tykist føroyska fiskidagaskipanin at verða besta boðið.
Enska fiskivinnan skipar mikudagin 12. november fyri fundi í London, har fiskivinnan, fiskifrøðingar, politikarar og embætismenn eru bodnir.
Úr London gongur leiðin til Peterhead í Skotlandi, har skotska fiskivinnan hevur ein líknandi fund, har kvotuskipan, fiskifrøði og føroyska alternativið eru á skránni.
Fyrilesturin um fiskidagaskipanina hevur heitið "At liva við náttúruni". Á fundinum verða eisini fyrilestrar frá fiskifrøðingum, sum halda uppá ICES-útleggingina av havinum og fiskifrøðingi, sum hevur aðra fatan av havinum.
Meðan Jørgen Niclasen er burturstaddur, tekur Tummas Jacob á Løgmannsbø sæti á tingi.