Tá nú Torbjørn Jacobsen kom við hasum knortluta uppskotinum, var eg partvís í parti við honum. Tað vil siga, at eg havi ikki nakra meining um, hvussu nógv prosent skulu skerjast. Men tað kundi verið ein góður máti at byrjað við at inndrigið fiskidagar uppá. Síðan skulu dagarnir goymast í einum banka, ella hvat tað skal eita, soleiðis at landsstýrismaðurin kundi havt hendan bankan til at javnað út við.
Tá ið hetta er sagt, so má fáast skil uppá, hvussu nógvir fiskidagar kunnu vera við Føroyar, og sum vit øll vita, er stór ósemja um tað. Eg kundi hugsað mær, at fiskimenn, reiðarar og fiskifrøðingar settu seg saman at tosa um tingini, tí soleiðis sum fiskifrøðingarnir verða viðfarnir, haldi eg er meiningsleyst.
At skerja fiskidagarnar er væl fyri, at hvør fiskidagur skal geva meira, ella meiri veiðu pr. húk ella troltíma. Um man so kom til eitt úrslit um, hvussu nógvir fiskidagar skulu vera, hevði tað verið verðsins besta skipan. Tá kundi fiskivinnuumsitingin býtt dagar út eftir umstøðunum. Tá nógvur fiskur er, fleiri dagar, og tá lítið er til av fiski, færri dagar.
Kann vera, at landsstýrismaðurin - ella kvinnan – ikki skal umsita skipanina, men heldur ein nevnd, sum ikki er politisk. Tí sum øllum kunnugt bleiv fiskidagaskipanin oyðiløgd av politiskum ódugnaskapi.
Sum øllum kunnugt er lítið at fáa av fiski. Tað er bara toskur at kalla. Hýsa sæst næstan ikki, og prísirnir eru lágir, so ringt er at fáa endarnar at røkka saman. Skip blíva løgd, og onnur tvangseld.
Vit síggja í bløðunum, at trolbáturin Gorm er seldur fyri 20.000,- krónur, og at skuldin er 25,1 milliónir. Um báturin ikki hevði goldið fyri fiskiloyvi, hevði skuldin kanska verið tað hálva, og so hevði eisini borið til at rikið bátin. Sama ger. Onkur hevur fingið góðan vinning av selda fiskiloyvinum.
Gorm er bara eitt dømi um, hvussu tað kann ganga. Báturin varð bygdur til Viðareiðis, og æt tá Gáshøvdi. Haðani varð hann seldur, við fiskidøgum, til Sørvágs, og so aftur inn á Glyvrar. Hvørja ferð varð handlað við skipinum sjálvum,umframt fiskidøgunum, sum eru beinleiðis orsøkin til stóru skuldina.