Fiskidagarnir viðgerast í løgtinginum

Í løgtinginum í morgun eru tey farin undir at viðgera fiskidagarnar, og tvey uppskot eru fyri. Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, eigur annað uppskotið og Tjóðveldi hitt.

Uppskotið hjá Jacob Vestergaard leggur upp til, at partrolarar, línuskip og útróðrarbátar fáa somu fiskidagar næsta ár sum í hesum fiskiárinum. Hinvegin skulu bátarnir í bólki 5 ? bátar, sum eru minni enn 15 tons og fiska við húki ? missa 5.000 dagar, júst sum Fiskidaganevndin mælti til.

Havstovan mælti annars til stórar skerjingar í fiskidøgunum, men hetta heldur landsstýrismaðurin vera bæði politiskt og búskaparliga ógjørligt, tí hann stúrir fyri avleiðingunum fyri flotan og virksemið kring landið annars.

Landsstýrið ynskir annars eisini at fáa lemmatrolararnar upp í fiskidagaskipanina, og sambært uppskotinum hjá Jacob Vestergaard fáa lemmatrolararnir 1000 fiskidagar á innaru leiðini og 1700 á ytru.

Uppskotið hjá Tjóðveldi gongur uppá at fylgja tilmælinum frá Havstovuni, og tað er at taka ein fjórðing av døgunum frá øllum bólkum. Somuleiðis ynskir Tjóðveldi eisini at lóggeva um, at livur og rogn skulu fáast til høldar og virðisøkjast, umborð ella í landi. Eisini skal brúksskylda setast í gildi við lóg, so at allir útlutaðir fiskidagar verða brúktir.

Tilfeingisbúðin hjá Tjóðveldi hevur aftur funnið vegin til tingið. Hon leggur upp til, at øll fiskirættindi skulu vera til sølu í eini tilfeingisbúð.