Vert er at leggja til merkis, at útróðrarflotin undir einum heldur seg langt niðan fyri sín prosentvísa part av heildarveiðuni, sum honum er tryggjað vegleiðandi gjøgnum lógina um vinnuligan fiskiskap. Og tað ger hann, sjálvt um bæði trolbátar og smærri trolarar eru hýstir í hesum bólki og harvið eisini eru við í hesum hagtølum.
Meginfelag Útróðrarmanna hevur fyrr ført fram, at útróðrarflotin er undir einari sjálvregulerandi ávirkan, nevniliga streymur og veðurlíkindi annars. Hesi ávirka sum kunnugt nógv mest inni við land, har útróðrarflotin hevur sítt arbeiðsøki. Ónýttu fiskidagarnir bera prógv um tað.
Ónýttu fiskidagarnir bera eisini prógv um eina aðra forðing fyri einari rationellari útróðrardrift. Tann umsitiligheitin, sum seinastu tíðina saman við øðrum broytingum er smoygd inn í lógina um vinnuligan fiskiskap ger, at menn heldur leggja bátarnar enn keypa sær dagar frá spekulatiónsvinnuni. Meginfelag Útróðrarmanna hevði umboðsnevndarfund 4. oktober og var semja har um, at keyp og søla av fiskidøgum fullkomiliga hevur spælt fallit innan fyri útróðrarvinnuna. Heldur mæltu umboðini til at taka undir við einari skipan, ið lutar fiskidagar út í bólkinum við hámarki, nakað tað sama sum skipanin í bólki 5.
Meginfelagið hevði fund við vinnunevnd Føroya Løgtings tá lógin um mánaðarligan minstaforvinning var fyri á tingi. Tá var gjørt vart við, at teir nógv ónyttu dagarnir í bólki 5 var ein forðing fyri at bátar kundu fiska nakað sum helst yvir tað trongligt setta dagatalið. Úrslitið varð so ein áheitan til landsstýrismannin í Fiskivinnumálum um at býta dagar út til bólkin við hámarki fyri hvønn bátin. Higartil hevur hetta virkað væl í bólk 5, og kundi tað uttan iva eisini virka í øðrum bólkum við. Eftir er so bara at lata fiskidagaskipanina og amboðini í lógini um vinnuligan fiskiskap regulera veiðutrýstið.
Við heilsan,
Vegna Meginfelag
Útróðrarmanna
Chris Jan Michelsen










