Fiskivinna
Í innleiðandi greinini omanfyri verður víst á, at tað er ikki tað almenna – ella landskassin – sum selir og keypir veiðirættindi, tá hesi verða handlað. Rættindini verða seld og keypt millum reiðaríir og feløg, sum eiga skip og bátar. Sambært sáttmála millum manningarfeløg og reiðarar luttaka manningarnar ikki í hesum.
Men líkamikið, hvør seljarin er, eru fiskidagar og veiðirættindi ikki ókeypis fyri tann, sum keypir.
Ein av teimum, sum hevur verið við til at keypt fiskidagar á eitt nú Føroyabanka, er Tórleif Sigurðsson í Klaksvík, sum seinastu árini hevur verið reiðari og útgerðarmaður hjá línuskipunum, Pison, Kvikki og Froyu.
Í vár er Pison seldur í Vágar, men felagið í Klaksvík seldi ikki veiðirættindini við skipinum – heldur ikki teir nógvu dagarnar, sum Pison átti á Føroyabanka.
Dýrir bankadagar
Bankadagarnir eru keyptir fyri umleið 30.000 krónur hvør dagur, og soleiðis átti Pison fiskidagar á Føroyabanka fyri út við eina miljón krónur, sum reiðaríið hevur rindað fyri.
Nú Bjørn Kalsø hevur lagt fyri tingið uppskot um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, verða veiðimøguleikarnir á Føroyabanka skerdir munandi.
Vit hava tí spurt Tórleif Sigurðsson, sum soleiðis hevur goldið nógvan pening fyri at tilluta sær ein part av “ogn Føroya fólks”, um grundarlag er fyri endurgjaldi móti landsstýrinum, nú veiðimøguleikarnir verða skerdir.
Reiðarin ásannar, at teir keyptu dagarnar á Føroyabanka í eini tíð, tá hesir vórðu nógv verdir, og á heysti 2003 gjørdi Pison fleiri roktúrar á Bankanum.
- Nú fiskiskapurin á Føroyabanka er minkaður niður í lítið og einki, og landsstýrið metir, at neyðugt er við fleiri økisfriðingum, mugu vit boyggja okkum fyri hesum. Hetta er sjálvandi eitt problem, men vit eru øll samd um, at neyðugt skil má vera í umsitingini av okkara fiskiveiði.
Tórleif vísir á, at soleiðis, sum støðan er á Føroyabanka, eru fiskidagarnir, sum felagið átti á hesum leiðum, ikki nógvir verdir í løtuni.
- Í dag er ein fiskidagur á landgrunninum meira verdur enn ein dagur á Føroyabanka, leggur hann aftrat.
Reiðarin tekur til, at tíbetur vita vit menniskju ikki alt – og slett ikki um alt, sum gongur fyri seg í náttúruni.
- Fyri 2003 tosaðu menn um at friða Bankan, men júst hetta heystið rokfiskaði Pison á Føroyabanka.
Tórleif ásannar, at so skjótt kunnu umstøðurnar broytast – í hesum førinum til tað verra, og so skjótt kunnu tær eisini broytast til tað betra aftur.
Einki endurgjald
- Nei, vit kunnu ikki vænta okkum nakað endurgjald fyri hesar keyptu dagar. Hinvegin kundi tað almenna keypt upp dagar á Bankanum, nú leiðir kortini verða friðaðar. Men hetta er ikki søtur “musikkur” í oyrunum hjá fleiri av okkara politikarum, sigur reiðarin í Klaksvík.