Løgtingið hevur viðhvørt verið ov galant og latið landsstýrismonnum ov nógv vald, ásannar løgtingsformaðurin, Edmund Joensen. Men tað er við at broytast nú, sigur hann.
Edmund Joensen er samdur við Ivani Johannesen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni, sum í Sosialinum týsdagin segði, at Løgtingið í ávísum førum bara hevði verið ein avgreiðsluskrivstova hjá landsstýrismonnum. Millum annað var lógin um fiskidagar ikki fylgd upp, sum ætlanin var.
Ætlanin var, sigur Edmund Joensen, at lógin skuldi fylgjast upp av eini frágreiðing, sum skuldi siga frá, hvussu veiðiorka skuldi roknast út. Eitt nú, um skip vórðu lognd, fingu størri maskinorku, ella hvat nú kundi broyta veiðiorkuna. Men teir eftirfylgjandi landsstýrismenninir hava als ikki fylgt hesum upp, sigur Edmund Joensen, sum var løgmaður, tá lógin um fiskidagar varð gjørd.
Edmund Joensen, løgtignsformaður, sigur, at hann er samdur við teimum, sum meina, at fiskivinnumál í ávísum førum eru ov lætt umsitin. Tað eru gjørdar ov nógvar rammulógir, har landsstýrismenn hava fingið víðar heimildir at gera kunngerðir, sum so hevur verið umsitið eftir.
Løgtingsformaðurin heldur, at tað er neyðugt at endurskoða ta lóggávuna, sum ónøgd er við. Men tað verður stórarbeiði at fara ígjøgnum, tí tað má takast frá grundini, sigur hann.
Men tað verða altíð kunngerðir at finna í lógarverkinum, sigur Edmund Joensen. Tí málsøkið er soleiðis, at tað ber ikki til, at lóggeva um alt. Tað verður altíð okkurt, sum má ásetast við kunngerð.
Tað er rætt, at Løgtingið í ávísum førum tykist hava havt minni vald, enn landsstýrismenn. Men tað er broytt nú. Nú er tað heldur hinvegin, at landsstýrismenn vilja halda, at teir eru undir rættiliga strongum eftirliti av Løgtinginum. Eitt nú vísa teir mongu fyrispurningarnir á tingi tað, sigur Edmund Joensen, sum heldur tað vera í lagi, at tingmenn seta landsstýrismonnum nógvar spurningar um mál, teir umsita.
?Tað kann vera eitt sindur strævið viðhvørt, sigur løgtingsformaðurin, men tað er neyðugt og gott.