?Lønarhækkingarnar til arbeiðsfólkið á landi fara ikki at kosta fiskavirkjunum eitt oyra
? Tað verða tvørturímóti vit, fiski- og útróðrarmenn, sum koma at bløða fyri, at arbeiðsfólkið nú skal hava meiri í løn.
Fróði L. Ejdesgaard, útróðrarmaður í Oyndafirði, sigur, at tað er onki høpi í gremjingunum hjá stjórunum á fiskavirkjunum á landi um, hvørjar avleiðingar lønarhækkingarnar til arbeiðsfólkið á landi fara at fáa fyri virkini.
?M.a kundu vit týsdagin endurgeva stjóran á Føroya fiskavirking fyri at siga, at lønarhækkingin kom at kosta Fiskavirking 9 milliónir í eyka lønarútreiðslum um árið.
Og fyri at standa seg í kappingini noyddust Fiskavirking nú at gera framleiðsluna meiri automatiska við teirri avleiðing, at tað verða færri arbeiðspláss á virkjunum.
Bæði stjórin á Bakkafrost og stjórin á Rækjuvirkinum á Oyri vóru samdir í hesum.
Vit mugu bløða
Men hesum er Fróði L. Ejdesgaard í Oyndafirði alt annað enn samdur í.
? Sannleikin er, at lønarhækkingingin fer hvørki at kosta Fiskavirking, ella nøkrum øðrum virki eina krónu.
? Tí veruleikin er tann, at tað, sum lønirnar hækka, verður bara tikið frá fiski- og útróðrarmonnum.
? Tvs, at avreiðingarprísurin fer at lækka tað, sum lønirnar hækka.
? Sostatt verða tað vit, fiski- og útróðrarmenn, sum koma at bløða fyri lønarhøkkingarnar til arbeiðsfólki á landi.
Men fyri at eingin misskiljing skal standast av, leggur hann dent á, at hann lønarhækkingin til arbeiðsfólkið skal vera teimum væl unt, tí hann heldur, at tey hava verið afturútsiglt í fleiri ár.
? Men stjórarnir á fiskavirkjunum skulu bara ikki óátalaðir sleppa at billa fólki inn, at tað eru teir, sum koma at bera kostnaðin av lønarhækkingunum, og at yvirskotið fer at verða væl minni næsta á av hesi orsøk.
? Tí í veruleikanum eru fiski- og útróðrarmenn, sum koma bera alla lønarhækkingina.
? Fiskakeyparar eru ikki býttari enn so, enn at teir rokna aftureftir, líka av døgverðaborðinum niðri í Evropa, allan vegin upp ígjøgnum ketuna, heilt út um bryggjukantin í Føroyum.
? Hvør skal hava sítt, og tað, sum so verður eftir, verður latið skipum og bátum í avreiðingarprísi .
? Tvs, at hækka útreiðslurnar í onkrum av hesum millumliðum, endar tað altíð við, at avreiðingarprísurin lækkar samsvarandi.
? Og soleiðis er eisini í hesum føri. Nú eru tað lønirnar til arbeiðsfólki á landi, sum eru hækkaðar og eisini tað verður drigið frá avreiðingarprísinum
Fróði L. Eidesgaard sigur, at teir hava longu lagt merki til, at prísirnir eru falnir.
? Næstseinast, vit avreiddu, var prísurin 5,80 kr. fyri kilo av upsa. Seinast vit avreiddu, fingu vit bara 5 krónur.
? Hartil skal eisini sigast, at tað var nógvur fiskur til og tað gjørdi sjálvandi sítt til, at prísurin lækkaði.
? Men tað er ikki øll frágreiðingin uppá, at prísurin lækkaði.
? Tí seinast vit avreiddu, fingu vit óinnballað at vita frá fólki á virkjunum, at lønarhækkingin kostaði teimum 50 oyru fyri kilo, og tað sóu vit eisini aftur í avreiðingarprísinum, sigur oyndfirðingurin.
Hann heldur, at tað er ómøguligt at forða fyri hesi gongdini.
? Vit liva í einum fríum landi og er fiskurin ov dýrur, lata teir bara vera við at keypa hann.
?Tað eru heldur ikki so nógvir keyparar, at kappingin er so øguliga hørð og opin. Hartil eru viðurskiftini smá og keyparar skifta frá einum virki á annað, so teir kenna hvønn annan.
Heldur tú sostatt, at fiskakeyparar tosa meiri saman enn gott er, ella at teir beinleiðis gera innanhýsis avtalur um prís, so kappingin í veruleikanum ikki er so hørð sum teir látast, at hon er?
? Nei, so galið mugu vit ikki trúgva at tað er. Men viðurskiftini eru so smá, at tað slepst ikki undan, at fólk tosa saman, sigur Fróði L. Ejdesgaard.
Sí eisini viðmerkingar frá Føroya Fiskavirking: Sjálvandi fær lønarhækkingin avleiðingar fyri avreiðingarprísin