Fisker av vøllinum

Knud Erik Fisker, sum í fleiri ár var topp-dómari í donskum fótbólti, endaði ofta í yvirskriftunum sum ein paragraff-ryttari í svørtum klæðum. Tí vóru lokalu miðlarnir eisini skjótir frammi við penninum, tá Fisker sjálvur fekk reytt kort um vikuskiftið. Hetta hendi í seriu 3 dysti fyri Holbæk. Har helt Fisker seg eiga brotsspark, men tá dómarin ikki dømdi, kom eitt »tápulingur« av varrunum hjá Fisker. Og tað kostaði gult kort og harvið 10 minuttir á beinkinum, skrivar nordvestnyt.dk.