Fiskivinna
Fyri eini tíð síðan stúrdu eygleiðarar í fiskivinnuni, skip og sølufeløg fyri, at føroyski upsamarknaðurin fór at kollapsa í vár.
Fiskiskapurin var framúr góður, og ikki var líkt til, at virkini fóru at megna at keypa og arbeiða allan fiskin undan.
Um hesa tíðina í fjør lógu russisk skip kring landið og innfrystu smáan upsa, men í ár vildi Fiskimálaráðið ikki geva loyvi til hetta.
"Ventilurin"
Spurningurin var, hvørji ráð so vóru til at taka fyri at skapa ein "ventil", soleiðis at upsamarknaðurin ikki sprongdist.
Hendan ventilin hava reiðaríini og fiskavirkini saman við frystivirkjum skapt í felag.
Jákup Eli Thomsen, virkisleiðari á Fiskavirking í Vestmanna, sigur, at fleiri virkir hava keypt allan upsan frá trolarunum, og síðan hava tey, tá ið mest hevur staðið á, skilt, avhøvdað og selt tann smáa upsan aftur til reiðaríini, sum síðan hava latið hann frysta á frystivirkinum í Kollafirði.
Smái upsin er síðan seldur av landinum, avhøvdaður og óvirkaður.
Góð loysn
Jákup Eli Thomsen sigur, at fiskavirkini á henda hátt hava havt ávirkan á, hvussu nógvur fiskur er farin til frystingar og útflutnings óvirkaður og ikki sum í fjør vár, tá ið reiðarí og sølufeløg stýrdu hesum partinum.
Hann sigur, at tey á virkjunum hjá Fiskavirking í Vestmanna, Saltangará og í Havn og á øðrum virkjum, hava skilt og avhøvdað nøkur 100 tons av smáum upsa, sum er farin til frystingar.
- Hetta hevur ikki givið okkum tær stóru inntøkurnar, men á henda hátt hava vit verið við til at stýrt útflutninginum av óvirkaðum fiski í eini tíð, har virkini og harvið eisini skipini høvdu komið í trupulleikar, tí upsafiskiskapurin var so góður.
Jákup Eli Thomsen sigur, at seinastu
dagarnar hevur fiskiskapurin hjá partrolarunum verið lakari aftur.










