Vinnuhúsið skrivar, at seinasta árið hava Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Ráfiskaseljarafelag saman við Fiskamarknaði Føroya arbeitt við at standardisera viðurskiftini viðvíkjandi landing av fiski og landing o.ø. Arbeiðið er nú liðugt og reglugerðirnar komu í gildi 1. mars.
Strukturellar broytingar eru farnar fram í føroysku fiskivinnuni seinnu árini. Skipini eru loyst frá virkjunum og meginparturin av fiskinum verður bjóðaður út til allar fiskakeyparar. Uppboðssølur og landingarmiðstøðir eru settar á stovn, sum hava til høvuðsuppgávu at selja og distribuera fisk um landið. Sum úrslit av hesi umstrukturering hava føroysku fiskavirkini spesialiserað seg í ávísum framleiðslum.
Flyta meiri fisk
Ein avleiðing av spesialiseringini, sum er farin fram á fiskavirkjunum og stovnanini av uppboðssølum og landingarmiðstøðum er, at fiskur verður fluttur um oyggjarnar í nógv størri mun enn fyrr. At fiskurin verður landaður og hagreiddur á einum stað og fluttur um landi til virkingar hevur gjørt at tørvur er á at fáa standardisera nøkur viðurskifti.
Endamálið við reglugerðunum er at skipa viðurskiftini viðv. landing og hagreiðing av fiski frá tí fiskurin verður landaður, til hann er komin til framleiðaran, soleiðis at seljarar og keyparar fáa eins tænastu á øllum landingarstøðum í landinum, skrivar Vinnuhúsið.









