Fiskavirkini í Sandoynni sanerað og endurreist

Tað, sum hevur sermerkt Sandoy Seafood, er, at felagið hevur torað at bjóðað seg fram í kappingini um upsan, samstundis sum hetta hevur skapt nógv fiskaarbeiði í Sandoynni

Fiskivinna

Fiskavirkini hjá Sandoy Seafood í Sandoynni hava staðið stongd í eina tíð, meðan roynt hevur verið at byggja upp eitt nýtt grundarlag undir felagnum, sum var komið í fíggjarliga trongstøðu.
Til gleði og gagns fyri tey, sum starvast á hesum virkjum og Sandoynna sum heild, er nú eydnast at skapa neyðuga grundarlagið aftur, soleiðis at framleiðslan á virkjunum nú er farin í gongd aftur.
Eins og undanfarin ár, verður aftur arbeiði til eini 40 fólk fólk í saltfiskinum á virkinum á Sandi og eini 60 fólk í flakaframleiðsluni í Skopun.
Tað hevur sum heild gingið striltið hjá føroysku fiskaframleiðarunum seinastu tvey árini, og serliga í fjør høvdu nógv virkir vánalig úrslit. Tøl sum 25-30 miljónir krónur í samlaðum undirskoti hava verið frammi, og tað er nógv, tá ið hetta er peningur, sum restar í.
Størsti parturin av rávøruni hjá virkjunum í Sandoynni hevur verið upsi. Upsin hevur sum heild verið rættiliga smáfallandi seinastu árini og tískil lutfalsliga dýrur at arbeiða. Á hinari síðuni hava skip og fiskimenn fingið lítlan prís fyri veiðina.
Tað, sum tó hevur sermerkt Sandoy Seafood, er, at felagið hevur torað at bjóðað seg fram í kappingini um upsan, samstundis sum hetta hevur skapt nógv fiskaarbeiði í Sandoynni.
Skipini, Eysturbúgvin, Nornagestur og Kolumbus, hava mest at kalla burtur av lagt veiðina upp í oynni, og hevur Sandoy Seafood við hesum verið við til at lætt um trýstið á føroyska upsamarknaðin, nú fiskiskapurin hevur verið so góður, og nógvur upsi hevur verið á marknaðinum.
Nú Sandoy Seafood er sanerað og endurreist við nýggjum partapeningi, eru útlit til, at raksturin verður eitt sindur lættari.
Fiskaframleiðsla sum heild er á einum vegamóti við harðari kapping úr láglønarlondum, har tað eru onnur enn vit, sum stýra útboðnum. Neyðugt er alla tíðina er at gerast betur og effektivari.
Tað er tó gleðiligt, at tað enn eru fólk, sum trúgva upp á, at tað ber til at hava eina saltfiska-og flakaframleiðslu í Føroyum ? eisini í Sandoynni, har fiskavirkini hava so stóran týdning fyri trivnaðin í oynni.