Fiskivinna
At fiskavinnan í Føroyum gongur illa, er ongin loyna. Men nú eru eisini tey fyrstu tølini komin fyri, hvussu illa tað í veruleikanum stendur til í fiskivinnuni í Føroyum.
Og tey tølini vísa, at í fjør høvdu fiskavirkini í Føroyum tað ringasta árið í nýggjari tíð.
Felagið fyri ráfiskakeyparar hevði fund í farnu viku.
Formaðurin í felagnum, Egil Olsen, sigur, at útfrá tí, sum varð upplýst á fundinum, metir hann, at hallið hjá øllum fiskavirkjunum í landinum verður einar 25 milliónir í fjør.
Og so vánaligt hevur úrslitið hjá fiskivinnuni á landi ikki verið í nógv ár.
Egil Olsen vil ikki siga nakað um úrslitið hjá einstøkum virkjum.
Men aðrar keldur í fiskivinnuni fortelja okkum, at Fiskavirking einsamalt hevði eitt hall uppá 10-11 milliónir í fjør.
Hinvegin stendur so nøkunlunda upp og niður hjá Kósini í Klaksvík, tí har kláraðu tey so dánt at halda nullið.
Vanligu virkini hava tað ringast
Hóast formaðurin í felagnum fyri ráfiskakeyparar ikki vil gera viðmerkingar til hesi tølini, sigur hann, at sum heild eru tað tey vanligu frystivirkini, sum hava tað tungt.
Hinvegin gongur heldur frægari hjá saltfiskavirkjunum, tó at úrslitið als ikki kann sigast at vera nøktandi hjá teimum heldur.
? Summi av teimum hava nakrar hundraðtúsund í avlopi og tað er onki av teimum, sum røkkur eina millión í avlopi. Og tað vóru eisini onkur saltfiskavirki, sum góvu hall.
sigur Egil Olsen.
Stóri trupulleikin hjá saltfiskavirkjunum í fjør hevur verið, at tað hevur verið so lítil toskur at salta og tað var júst toskurin, sum gav tann heilt góða prísin.
Egil Olsen ásannar, at sostatt er støðan hjá fiska virkjunum á landi alt annað enn góð.
? Hetta er sostatt annað árið á rað, at fiskavirkini á landi hava stórt hall. Í 2003 høvdu tey eitt hall uppá 15-17 milliónir og í 2004 verður hallið einar 25 milliónir.
Tað sæst eisini, at avleiðingarnar av vánaligu støðuni eru farnar at merkjast við tað, at onkur virki eru longu latin aftur.
? Men kemur ikki vend í heilt skjótt, stúrir hann fyri, at sum árið í ár fer at líða, er vandi fyri, at onnur virki eisini noyðast at geva skarvin yvir.
Formaðurin í ráfiskakeyparafelagnum sigur, at ein stór orsøk til tað vánaligu gongdina, er, at dollarin er so lágur og tað ger tað bíligari at keypa fisk aðrastaðni til marknaðin í Evropa og tað ger kappingina nógv harðari, eisini frá láglønarlondunum.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Fiskavirking. Men Óli Hansen, nevndarformaður í Fiskavirking, hevur áður upplýst fyri Sosialinum, at tey gera ikki viðmerkingar til roknskapartøl fyri aðalfundin.
À Kósini vil Hanus Hansen, stjóri, heldur ikki gera viðmerkingar til roknakspartølini, fyrrenn á aðalfundinum.