Fiskavirkini fáa ikki fólk

Tað ljóðar sum ein andsøgn, men í Grønlandi er tað ein veruleiki, at fiskavirkini í Ilulissat, Qasigiannguit, Uummannaq og Upernavik hava stórar trupulleikar av at fáa nóg mikið av fólki til arbeiðis um summarið. Avleiðingin er, at nógvur fiskur verður frystur og síðani sendur óvirkaður av landinum, og í øðrum føri verður fiskurin so vánaligur, at hann kann ikki brúkast til matna.

Fundur hevur verið millum landsstýrið og umboð fyri Norðurkommunu, og har var semja um, at tað kann ikki vera rætt at útflyta rávøru, sum kundi givið arbeiðspláss, skrivar KNR. Tí verður nú roynt at finna neyðuga arbeiðsmegi aðrastaðni.