Dálkað vatn
Stjóranum á Føroya Fiskavirking, Meinhardi Jacobsen, vantar ikki orð, tá ið vit spyrja hann, hvat hendi við vatninum, sum virkið í Miðvági brúkar í síni framleiðslu av matvørum.
- Eg haldi, at hetta er undir alt lágmark. Visti eg ikki, hvussu vorðið var, hevði eg ikki trúð, tað var satt.
Meinhard sigur, at tænastan, sum Miðvágs kommuna í hesum førum hevur veitt virkinum og sínum borgarum, er so vánalig, at orð kunnu ikki setast á tað.
E-coli bakteria
Fyri 14 døgum síðan læt virkið hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági aftur, tí bakterian, e-coli, varð staðfest á virkinum.
- Tað var okkara egna eftirlit, sum fann út av, at bakterian var í vatninum. Tá ið vit fóru at kanna eftir, hvussu hetta hekk saman, kom fram, at kommunan ? uttan formelt at hava boðað okkum frá - hevði veitt áarvatn í vatnføringina. Slíkt er fullkomiliga óforsvarligt at gera seint um summarið, tá ið tað aftur fer at regna, eftir at bøurin hevur ligið turrur leingi.
Spurdur, nær hann heldur, at kommunan hevur veitt áarvatn í vatnføringina, sigur Meinhard, at kommunan treyðugt hevur upplýst um hesi viðurskifti, hóast teir eiga at gera tað.
- Men eg trúgvi, at hetta er gjørt fyri ólavsøku, sigur hann.
Meinhard leggur dent á, at sjálvsagt skal eingin bakteria finnast í matvørunum, sum virkið framleiðir.
- Í hesum førinum er talan um e-coli bakteriuna, sum stavar frá skarni úr fugli, seyði ella menniskjum.
Spurdur neyvari um bakteriuna, skavar Meinhard ikki útyvir tað, sum hent er:
- Klórar tú tær í reyvini, kanst tú rokna við, at tú ber e-coli bakteriuna á fingrunum!
Ábyrgdarleyst
Hann heldur, at upplandið, har kommunan hevur veitt vatn úr áunum, er soleiðis háttað, at tað er serliga viðbrekið fyri hesi bakteriu, sum skolar eftir vøllinum við regnvatninum ? og endar í vatngoymslunum hjá Miðvágs kommunu.
- Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst av kommununi at gera slíkar
umleggingar av vatninum uttan formelt at boða virkinum og borgarunum frá hesum. Hetta hoyrir ongastaðni heima.
Meinhard sigur, at umboð fyri Føroya Fiskavirking var á fundi við Miðvágs kommunu, 27. juni í ár, tá ið onkur ætlaði sær at sproyta mykju á bøin, nær vatninum.
- Slíkt ber ikki til, og hetta bleiv so heldur ikki gjørt.
Vit spurdu eisini Meinhard, um hann hevur hoyrt nakað um, at vatnið, sum førdi til, at virkið mátti lata aftur, hevur verið til bága hjá fólki.
- Eg eri ikki tann rætti at spyrja um hetta, men tað er komið mær fyri oyra, at onkur í bygdini hevur havt leyst lív, sum plagar at vera fyrsta tekini, tá ið vatnið verður dálkað.
Hvat nú?
Meinhard sigur, at kommunan nú hevur boðað frá, at alt er í lagi við vatninum aftur, men hann ivast í, hvussu stórt álit, teir kunnu hava á kommununi, tá ið hon ikki kunnar virkisleiðsluna um slík viðurskifti, sum eru av so ómetaliga stórum týdningi.
- Kunnu vit ikki hava álit á kommununi, er torført at framleiða í økinum, sigur hann.
Føroya Fiskavirking fer nú at hyggja eftir, hvussu vorðið er og fer at tryggja sær, at alt er í lagi, áðrenn nakað meira verður gjørt. Øll vatnskipanini á virkinum má reinsast bæði væl og virðiliga.
- Tað er greitt, at hetta er eitt tap fyri okkum. Nógv vøra er á goymslu, bæði gulllaksur og onnur vøra, og her verður neyðugt at kanna eftir, um alt er, sum tað skal vera.
Meinhard Jacobsen sigur at enda, at Føroya Fiskavirking eisini fer at taka støðu til, um felagið skal saksøkja Miðvágs kommunu eftir endurgjaldi í hesum máli.