Fiskavirking lýst til sølu fyrsta dagin

Ognirnar hjá Fiskavirking verða lýstar til sølu seinni í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku.
Tað sigur Eyðfinn Jacobsen, bústjóri.
Hann sigur, at allar ognirnar verða lýstar til sølu alment, bæði skip og virki, og so stendur tað áhugaðum frítt at bjóða, antin upp á fleiri ognir ella upp á einstakar ognir.
Tá ið boð eru komin inn, fara bústjórarnir at taka støðu til tilboðini eftir tí, sum tæni búnum best.
Tað merkir, at fleiri ognir kunnu verða seldar saman ella einstakar ognir verða seldar burtur úr.
Hann staðfestir, at áhugi er fyri ognunum, helst fyri skipunum, men enn er ongin avgerð tikin.
- Boðini eru áhugaverd, men um tey eru nóg høg, ber ikki til at siga enn.
Men tá ið ognirnar formliga verða lýstar til sølu, verður ein freist ásett fyri at lata boð inn.
- Endamálið er at eggja áhugaðum at lata síni boð inn. Men koma boð inn eftir at freistin er farin, verða eisini tey tikin við, tí endamálið er at fáa sum mest burtur úr til búgvið.
Men nær ein endalig avgerð fellur, er vónleyst at siga, tí tað veldst um boðini og hvørjar treytir fylgja við boðunum.
-Tað er heldur ongin, sum sigur, at allar ognirnar skulu seljast ísenn, leggur Eyðfinn Jacobsen afturat.