Tað er einki dulsmál fyri Føroya fólk at Fólkaflokkurin nú í mong ár hevur, meðan hann hevur sitið í andstøðu, koyrt sítt spæl uppá skeivleikarnar við Fiskavirking og tí, sum av hesum er framt. Áðrenn teir aftur komu í samgongu var tað hetta tiltak, sum hevði alla skyldina fyri tey mistøk, sum eru framd, og misnøgd teirra stavar helst frá tí, at teir onga ávirkan høvdu, tí teir sótu uttan fyri politiska meirilutan.
Ja, samgongan ímillum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin bleiv í sínari tíð slitin júst uppá hetta málið, men nú eru teir aftur í samgongu og einari fyri teirra viðkomandi sera borgarligari, har løgmaður tykist at vera einaráðandi, og Sjálvstýrisflokkurin og Verkamannafylkingin bert eru har og gera soleiðis, sum teir størru flokkarnir ynskja. Har er eingin vandi á ferð, og tí hevur í dag Fólkaflokkurin buktina og báðar endarnar Framtaksgrunninum viðvíkjandi. Tað er hesin grunnur, sum sambært Fólkaflokkinum bert hevur gjørt skeivt, og eru tað framstandandi fólkafloksvirkisleiðarar, sum ávara, um hesin grunnur nú aftur verður bjargaður við almennum pengum, soleiðis sum løgmaður ynskir, og sum hann eisini fer at seta uppskot um. Við tí sum er komið fram verður so tann spurningur, um Fólkaflokkurin aftur fer at spæla fríspæl, nú hann hevur makt at gera tað, sum hann sigur hava hava havt ætlanir at fremja. Hvørja støðu teir fara at taka vil tíðin vísa, teir duga at snúgva sær, og sum formaður teirra eisini hevur sagt: »Nú er at halda tørn«.
Eitt mál, sum er sera aktuelt í sambandi við ætlanir, sum Framtaksgrunnurin hevur, og sum vil koma at skaða útjaðaraøki, er tað sum liggur frammaliga hjá verandi leiðarum grunsins, ætlan teirra at nýmótansgera fiskavirkið í Tórshavn. Tá tað er gjørt, verður torført at virka fisk bæði í Suðuroy og ikki minni í Norðoyggjum og aðra staðis við. Ein nýmótans gerð av virkinum í Havn, vil sláa føturnar undan teimum virkjum, sum eru úti um landið.
Tað er nógv almenn tiltøk í Tórshavn, tiltøk sum alt landið er við at gjalda. Tí hava í fleiri ár verið røddir frammi um at fremja eitt útlíkningarskattaprosent av teimum almennu pengunum, sum fella niður í Tórshavn. Her eru møguleikar at fremja nakað til gagns fyri útjaðaran, tí um tær ætlanir, sum eru frammi, verða framdar, so verður ikki neyðugt hjá Fólkaflokkinum at seta uppskot fram , um eitt valdømi, tí tá verður bert eitt bústaðarøki í Føroyum, og tað verður Suðurstreym.
Tað var Verkamannafylkingin við Óla Jacobsen, fiskimannafelagsformanni og Ingeborg Vinther formanni Føroya Arbeiðarafelags sum gjørdi nýggjan flokk, tí tey vóru ikki nøgd við politikk Javnaðarfloksins. Tað var ov lítið gjørt við at fremja arbeiðspláss úti um landið. Tey søgdu, at um tey komu til, so vildu tey eftir stuttari tíð fremja arbeiðspláss, so at einki arbeiðsloysi var. Tað er enn einki sjónligt hent á hesum økinum frá hesum politisku umboðum, men nú hava tey møguleikan at vísa í verki, hvat tey standa fyri, tey kunna nú í síðstu løtu vísa, um tey tora at standa við orð sítt.
Tað er greitt, verður fiskavirkið í Tórshavn útbygd og nýmótansgjørt við peningi úr Framtaksgrunninum, verður tað meira torført at halda tey virkir, sum eru úti um landið, gangandi.
Ein útbyggjan av virkinum í Tórshavn verður fyri útjaðaran ein avtoftan av teimum verandi virkjum og harvið størri arbeiðsloysi og fráflytan.
Avgerðin liggur hjá meirilutanum á Føroya Løgtingi.
Sverre Midjord