Fiskivinna
Tað vóru ikki smávegis rósandi orð, ið bæði fyrrverandi og núverandi formaðurin í Framtaksgrunninum, Sverri Hansen og Niels Winther Poulsen, høvdu at bera leiðsluni í Føroya Fiskavirking herfyri, tá ið kjakið um privatisering av fyritøkuni gekk uppá tað ?heitasta?.
Og tað skerst ikki burtur, at tað hevur gingið væl hjá felagnum, hóast samlaða virksemið er stórt, og nógvar íløgur eru gjørdar kring landið, tí virkini vóru so niðurslitin.
Aftur yvirskot
Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, sigur, at árið í ár hevur roynst hampiliga væl hjá felagnum.
- Jú, eg haldi, at hetta árið hevur verið brúkiligt, sigur hann.
Meinhard vil tó ikki leggja høvdið á blokkin og siga, hvussu gongdin ítøkiliga hevur verið.
- Eg haldi, tað er ov tíðliga at siga nakað enn.
Í fjør hevði felagið eitt yvirskot uppá 18,5 milj. krónur, men hóast hetta árið er brúkiligt, sum Meinhard Jacobsen tekur til, væntar hann kortini ikki, at yvirskotið verður líka stórt sum seinasta ár.