Hyggja vit bert at sølutølunum hjá Fiskasøluni, so var árið 97 nakað betri enn 96. Í 97 seldi Fiskasølan fyri 860 mió. kr. aftur ímóti søluni í 96, sum var 780 mió. kr. Talan er sostatt um eina øking í søluni uppá 80 mió. kr. ella 10 prosent.
Um orsøkina til hesa øking, sigur Hans Jóhannes á brúgv, stjóri í Fiskasøluni, at tað er ikki bert talan um eina orsøk, men fleiri.
Goymslan minkað
? Vit eru t.d. komin inn aftur á amerikanska marknaðin, har vit selja okkara vøru í egnum merki, og sølan á russiska marknaðinum og tí kinesiska øktist munandi í fjør. Vit hava minkað um goymsluna og liggja ikki inni við risikovørum meira, og so skulu seinastu 3-4 mánaðirnir í 97 ikki gloymast, tá tað gekk væl, sigur stjórin.
Í fjør seldi Fiskasølan fyri 50 mió. kr. á russiska marknaðinum, og fyri 20 mió. kr. á tí kinesiska marknaðinum. Til tann kinesisk marknaðin var vøran rækjur, og stjórin vísir á, at hesin marknaður er meira opin í dag enn hann hevur verið, og er eisini komin við í prísinum.
Ótryggur marknaður
Um tann russiska marknaðin sigur stjórin, at hann er vaksin seinastu tvey árini, men hetta er torførur marknaður á peningaligu síðuni, tí m.a. er torført at fáa peningatrygd í russiskum banka.
Annars er sølan hjá Fiskasøluni mest til ES-marknaðin, sum eisini í fjør lá um 80 prosent, har vøran fyri tað mesta er botnfiskur.