Føroya Akvariumfelag fer at hava eina sera spennandi og áhugaverda framsýning á Ólavsøkuni í ár. Hesu ferð verður framsýningin hildin í hølinum hjá Losjuni við Tinghúsvegin 18 í Havn.
Hetta er tann 5. framsýningin av akvariumfiskar og akvariur sum Føroya Akvariumfelag hevur, síðan felagið bleiv sett á stovn í 1997. Tað verður ikki bert tann vanliga framsýningin, sum vit kenna hjá Føroya Akvariumfelag, men í ár verður eisini ein áhugaverd framsýning við fiskireiðskapi og føroyskum handverki.
Aftur í ár verður høvi at síggja spennandi, sjáldsamar og sera áhugaverda akvariumfiskar, bæði teir vanligu akvariumfiskarnar, men í ár vera eisini nakrir ørvísir akvariumfiskar við. Tey føroysku saltvatns og ferskvatns akvariuni eru ein sjálvssagdur og afturvendandi táttur, so at tey vitjandi eisini fáa høvi, at síggja okkara heimligu fiska- og djórasløg.
Aftur í ár eru tað tey vitjandi sum eru dómarar og skulu velja tey vakrastu akvariuni. Hetta verður gjørt við at skriva nummarið á tí akvariumi, tey halda verða vakrast, á atgonguseðilin og leggja hendan seðil í atkvøðukassan. Atgonguseðilin/atkvøðuseðilin er eisini ein lutaseðil við fleiri vinningar á og trekt verður bert millum allar teir seðlar sum eru í atkvøðukassanum tann 30. juli. Teir hepnu dómararnir fáa so boð frá Føroya Akvariufelag.
Fyri børnini, hevur Føroya Akvariumfelag aftur í ár tann vælumtøkta fiskibrunnin og eru vinningarnar eitt sindur meira ørvísi í ár. Kostnaðurin fyri at fiska er sjálvsagt tann sami sum undanfarnu árini.
Føroya Akvariumfelag bleiv stovnað í 1997 og hevur í dag okkurt um 30 limir sum eru spjaddir um alt landið. Hetta eru bæði børn og vaksin, mannfólk sum konufólk. Felagið hevur 10 regluligar fundir um árið.
Føroya Akvariufelag gevur eisini út eitt limablað 4 ferðir um árið. Sum nakað nýtt hevur felagið fingið eina heimasíðu, og kann hendan finnast á www.akvariufelag.fo
Áhugaðir akvaristar eru sera vælkomin at vitja framsýningina og at seta seg í samband við felagið á framsýning okkara í Losjuni 26 - 29 juli, opið hvønn dag frá kl. 14.00 - 18.00.









