Fiskasølurnar undirgrava hvørja aðra

Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni sigur, at søluhátturin hjá teimum nógvu fiskasølunum kring landið kann enda við at undirgrava føroysku fiskivinnuna. ? Kunnleikin til sølu og marknaðin er ikki nóg góður, sigur hann

Tað er nógv broytt í føroyska fiskasøluheiminum tey seinastu nógvu árini.

Fyrr var tað sum við sjónvarpinum - bara tann eina rásin at hyggja at, men tíðin hevur lagað tað soleiðis, at nú er ríkiligt at velja ímillum.

Trupulleikin er so bara at velja rætt, og tað er ikki altíð so lætt.

Lesa vit ársfrágreiðingina hjá stjóranum á Fiskasøluni um føroyskar fiskaseljarar, so er hon ikki ólík søguni um sjónvarpsrásirnar.

? Trupulleikin er ikki beinleiðis at tað eru so nógvar fiskasølur, men tað er meira mátin, sum tað verður selt uppá, sum eg havi at, sigur Hans Johannes á Brúgv.


Nýtt og ókent

Hans Johannes leggur beinanvegin dent á, at hann ikki sigur hetta, tí at hann sjálvur vil sleppa at selja fiskin, men tí, at tær fyritøkur, sum Fiskasølan kappast við, ikki hugsa seg nóg væl um, tá tær fara út á marknaðin.

? Fyri mær sær tað út, sum tær gloyma at rokna vinningin upp í prísin og tað hevur við sær, at føroyskur fiskur verður seldur fyri undirprís, sigur hann.

Hans Johannes greiðir frá, at nógvir av teirra rávøruveitarum nú sjálvir hava søludeildir, men at hesar søludeildir hava ikki tann neyðuga marknaðarkunnleikan við í teirra dagliga arbeiði.

? Taka vit prísin sum dømi, so má munur gerast á, um tú selur til eina heilsølu ella til ein endabrúkara, tí annars trýsta vit sjálvir prísin niðureftir, og tað gongur út yvir okkum sjálvi. Hugsa tær, um kundin vil gjalda 60 krónur og vit, tá vit selja beinleiðis til hansara selja tað fyri 30 krónur. Tað fer at hava við sær, at kundin framyvir ikki vil keypa vøruna fyri meiri enn 30 krónur. Tað sigur seg sjálvt. Hetta er serstakliga óheppið og kortini er tað nakað, sum vit vita hendir javnan, sigur stjórin á størstu fiskasøluni í landinum.

Orsøkina sigur hann vera manglandi kunnleiki til marknaðin og manglandi tilvitan til samlaða úrslitið.

? Fyri mær sær tað út til, at seljararnir í ávísum førum bara fara eftir besta prísinum ta løtuna, og teir hugsa ikki um, at tað teir gera kann enda við at skaða føroysku fiskivinnuna meir enn tað gagnar, sigur Hans Johannes á Brúgv.


Nógvir seljarar

Talið av fiskasølum her á landi er økt sera nógv seinnu árini, men kundarnir úti á heimsmarknaðinum eru í roynd og veru teir somu, og teir eru ikki býttari enn so, at fáa teir ein prís frá einum føroyskum seljara, so kunnu teir ringja til aðrar og á tann hátt trýsta prísin niðureftir.

? Hesum vilja vit gjarna sleppa undan, tí úrslitið er minni avkast. Og allar fiskasølur eiga at gera alt fyri at sleppa undan tí. Vit hava merkt at jú nærri vit eru marknaðinum betri gongur, og tað sæst m. a. við, at uml. 65 prosent av umsetninginum verður selt av dótturfeløgum, sigur hann.