Fiskasølumaður skal í fongsul

Ein fiskasølumaður í Vesturjyllandi skal sita átta mánaðir í fongsli fyri at hava selt fisk, sum var ólógliga fiskaður, og fyri at hava skrivað falskar fakturar upp á fiskin. Umframt fongsulsrevsingina fekk maðurin 883.000 krónur í bót, og rætturin legði eisini hald á 117.000 krónur hjá manninum.

Eftir reglunum skuldi allur toskur seljast umvegis teir góðkendu fiskamarknaðirnar, men hesin maðurin keypti fiskin aðrar vegir, og tí var talan um "svartan fisk", sum sagt verður. Hetta gav manninum trupulleikar, tá hann skuldi selja fiskin, men við at rinda fiskaseljarum, sum hann kendi, pengar, fekk hann teir at skriva falskar fakturar, sum um hann hevði keypt fiskin frá teimum.

Nú hava teir, sum skrivaðu manninum teir følsku fakturarnar, eisini fingið bót, skrivar JydskeVestkysten.