Fiskasølan: Stóran umsetning, lítið yvirskot

Fiskasølan hevði yvirskot áljóðandi 1,6 mió. kr. fyri 2001. Hetta er kortini ikki tað stóra, tí umsetningurin var 849 míó kr. Prísfalli á laksi og rækjum er størsta orsøkin til lítla yvirskotið

ROKNSKAPUR

Føroya Fiskasøla P/F (Faroe Seafood) hevur havt aðalfund hin 24. juni 2002. Roknskapurin varð lagdur fyri aðalfundin og góðkendur.
Á niðastu linju í roknskapinum stendur at lesa, at Føroya Fiskasøla hevði eitt yvirskot áljóðandi 2,93 mió. kr. Eftir at myndugleikarnir í Føroyum, Fraklandi, Bretlandi og Danmark hava fingið sítt, so stendur 1,6 mió eftir hjá Fiskasøluni. Yvirskotið verður sum vant lagt afturat egingpeninginum, sum við ársenda 2001 var 66,2 mió kr.
Virksemið hjá Fiskasøluni er søla og keyp av fiski (trading). Samlaði umsetningurin hjá Fiskasøluni var 849 mió kr. Hetta ger Fiskasøluna, ið Framtaksgrunnurin eigur, til størstu útflutningsfyritøkuna í landinum.
Hetta, at umsetningurin er so mikið stórur, men yvirskotið ikki er ?størri? enn 1,6 mió, heldur forstjórin, Hans Johannes á Brúgv, vera ov lítið.
?Sæð í ljósinum av okkara umsetningi, so haldi eg ikki, at hetta yvirskotið hjá okkum er nakað stórvegis. Tað hevur verið trupult hjá okkum, og vit hava veruliga skula arbeitt fyri at tryggja okkum yvirskot, sigur Hans Johannes á Brúgv, sum hevur hug at geva sínum søluliði ábyrgdina av at niðastu tølini endaðu positiv úrslitinum.
Hyggja vit eftir árunum frammanundan, so gav 1998 eitt yvirskot áljóðandi 16 mió., 1999 6,6 mió og 2000 7,8 mió, so tað gongur skeiva vegin fyri Fiskasøluna.
?Árið 2001 var merkt av óvanliga vánaligum marknaði fyri rækjum og stórum prísfalli á laksi í seinna hálvárinum. Hetta hevur ávirkað bruttovinningin munandi, skrivar Fiskasølan í tíðindaskrivi.
Umsetningurin hjá Fiskasøluni var sum sagt 849 mió. kr. Dregur mann kostanaðinum av vørum og øðrum frá, so gjørdist bruttovinningurin 26,8 mió. Av hesum skal so dragast starvsfólkakostnaðurin, rentur og skattur, soleiðis at endaúrslitið gjørdist 1,6 mió í yvirskotið.
Fiskasølan eigur fleiri døtturfeløg, sum halda til í Danmark, Fraklandi og Stóra Bretlandi. Hesi spýta so øll í kassan hjá móðurfelagnum ? koncern. Útlendskur fiskur myndar 10
% av umsetninginum hjá Fiskasøluni. Tað alt partur av strategiini hjá Fiskasøluni, at leggja tættari við marknaðinum. Áður hevur fiskasølan havt yvir hundrað fólk í starvi, men sita eini tjúgu í Føroyum.
Hans Johannes á Brúgv, forstjóri, sigur, at í ár gongur heldur betur, men úrslitið er einki at reypa av, sum hann tekur til.
?Tað er ein hørð kapping á økinum, og vit koma oftari í kapping við okkara egnu veitarar, tí hesir selja eisini sjálvir, sigur Hans Johannes á Brúgv.

Nýggj nevnd
Nevndin fyri Fiskasøluna varð eisini skift út á aðalfundinum. Áður hevur nevndin verið felags fyri bæði Fiskavirking og Fiskasøluna, men hetta er nú broytt. Nevndin er eisini stytt niður í tríggjar nevndarlimir, ið allir eru nývaldir.
Nýggja nevndin er mannað við Hákun Steingrímsson(formaður), Thomas Arabo (næstformaður) og Johannes Jensen.
Hákun Steingrímsson, sum til dagligt er deildarstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur, at teirra mál er eittans: at tryggja eigarunum eitt so gott úrslit sum gjørligt. Tað er Framtaksgrunnurin, ið hevur valt nevndarlimirnar. Formaðurin fyri Framtaksgrunnin, Niels W. Poulsen, sigur, at teir miðja eftir, at Fiskavirking og Fiskasølan skulu rekast sum sjálvstøðugar fyritøkur ? lívført og sølubart.