FISKIVINNA
Føroya Fiskasøla hevur keypt framleiðslutólini á Góðskingarvirkinum í Fuglafirði. Tólini verða keypt frá alifelagnum East Salmon.
?Framtíðarætlanirnar hjá Fiskasøluni eru umfatandi. Hesar hava vit í leiðsluni arbeitt við í fýra mánaðir, sigur Árni Arge, stjóri fyri Føroya Fiskasølu.
Vit ætla m.a. at satsa upp á laksaframleiðslu. Laksurin verður aldur, og tað er ikki so svikaligt við honum sum við øðrum fiskasløgum, sigur Àrni Arge.
Tað er ætlanin hjá Føroya Fiskasølu at gera seg galdandi á øðrum økjum enn í søluliðinum, og tí hava teir tikið hetta stigi í framleiðsluliðið.
?Vit hava ásannað, at tað er trupult bara at fáast við at selja. Við hesum stiginum kunnu vit sjálvir avgera, hvat vit selja. Hetta gevur nakrar fyrimunir, men sjálvandi eisini nakrar vansar, sigur Àrni Arge.
Hann heldur ikki, at tað Fiskasølan við hesum stiginum átekur sær nakran serliga stóran váða í mun til ikki at gera íløguna.
Áður hevur Føroya Fiskasøla tikið sær av at selja úrdráttirnar hjá Góðskingarvirkinum. Føroya Fiskasøla eigur frammanundan 30% av partapeninginum í East Salmon.
Nýtt navn
Framleiðslan á virkinum, hvørs nýggja navn er Fiskavirkið í Fuglafirði, verður framhaldandi tann sama, nevniliga laksaúrdráttir, skrivar Fiskasølan í tíðindaskrivi.
Í løtuni starvast um fjøruti fólk á virkinum. Sagt verður í tíðindaskrivi, at virksemi verður ætlandi økt, soleiðis at støðugt arbeiði verður á virkinum.
Stjóri fyri virkið verður Rógvi Reinert. Eitt rakstrarfelag er stovnsett at reka virkið. Rógv Reinert var seinast frammi í miðlunum, tí hann varð settur sum innkeyps- og framleiðslustjóri í Føroya Fiskasølu. Hetta starv fer hann framvegis at røkja.
?Aktiviteturin á virkinum kann væl tvífaldast innan stutta tíð, sigur Rógvi Reinert.
Hann leggur stóran dent á, at pláss er fyri vøkstri, men tað mest umráðandi er ikki at veksa um vøksturin á framleiðsluni, men teir ætla eisini at fremja vøkstur í vøruútboði og framleiðslu- og pakkingarhættum.
Virkið framleiðir umleið 2.500 tons um árið.
?Vit meta, at hetta er ein íløga, sum kann geva avkast. Fiskasølan fer framvegis at fáast við at selja fyri onnur sum áður, men vit royna eisini okkurt nýtt, sigur Rógvi Reinert.










