Fiskar við holi í maganum

Fiskur

Á yvirlitstúri hjá Magnusi Heinason hava menn staðfest fleiri fiskar við holi á maganum.
Hetta fyribrigdi hava menn sæð bæði hjá hýsu, toski og upsa. Holini hava verið ymisk í stødd, úr 1-2 mm. í tvørmát. Tó at fiskarnir høvdu hesi hol á maganum, var ikki líkt til, at teir beinleiðis vóru rak, ei heldur ikki illa fyri.
Blaðið Sjóvarmál hjá Havstovuni skrivar, at tá kannað varð eftir, hvaðani hesi hol stavaðu, vísti tað seg, at tað vóru hvítir ”ormar”, sum komu út úr hesum holum. Tað vísti seg nevniliga, at hesir ormar vóru bendilorma-larvur – ella sonevndar plerocercoid-larvur.
Teir, sum kannaðu hesar ”ormar” siga, at í áttatiárunum vóru hesir bendilormar stundum sæddir á flakavirkjum, har upsi varð arbeiddur.